3527.18 - Havlívfrøði I


Skeiðsnummar
3527.18
Heiti
Havlívfrøði I
ECTS
7,5
Endamál
At geva eitt yvirlit yvir livandi verur í sjógvi, vøtnum og áum og at lýsa teirra vistfrøði. Skeiðið viðger pelagisk og bentisk viðurskifti, og víst verða dømi úr Føroyum. Høvuðsdentur verður lagdur á sjógvin.
Innihald
- Pelagiska umhvørvið: Pelagiskar verur, vistfrøði, liviumstøður og abiotiska umhvørvi teirra. - Gróður og ávirkan frá umhvørvinum. - Útsjónd, tillaging og ávirkan millum plantuplankton, djóraplankton og hægri djór. - Mikrobiologisk vistfrøði: Sedimentering og ringræsir av lívrunnum og ólívrunnum evnum, plantum og djórum. - Havbotnurin: Bentisk vistfrøði og viðurskifti í sedimentum. - Bentisk flora og fauna, teirra virking og tillaðing til umhvørvið. - Sínámillum ávirkan ímillum botndjór. - Trofisk viðurskifti: Føðiketur og føðinet, sundirgreiningar í føðsluløg og flutningur av orku ígjøgnum føðsluløgini. - Veðurlags- og mannaávirkan. - Umhvørvið og djóralívið í áum og vøtnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, venjingar og kollokvium
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið, kann studenturin: - Greiða frá, hvussu abiotiskir faktorar ávirka liviumstøður hjá plantuplankton og djóraplankton í sjónum, í áum og í vøtnum. - Røða um høvðussløg av plantu- og djóraplankton. - Greiða frá hvussu plantuplankton og djóraplankton eru lagað til umhvørvið, tey liva í. - Greiða frá vistfrøðini hjá plankton og kunna lýsa føðiketur í havinum. - Greiða frá bentiskari flora og fauna og teirra tillaging til umhvørvið. - Greiða frá liviumstøðunum á og í botninum, og lýsa bentiska vistfrøði. - Lýsa trofisk viðurskifti og flutning av orku. - Lýsa, hvørja ávirkani veðurlagsbroytingar og onnur mannaávirkan hava á vistfrøðina í havinum.
Próvtøkuháttur
Skriftlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálpimboð. Próvtøl verða eisini givin fyri innlatingaruppgávur og miðal av hesum próvtølum telur 20% av próvtalinum fyri skeiðið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Biological Oceanography: An Introduction. Carol Lalli and Timothy Parsons (1997), 2 edition. 320 pages. A Butterworth-Heinemann. ISBN-13: 978-0750633840. Basisbog i ferskvands økologi. Sand-Jensen,K., Iversen,T.M. & Lindegaard,C. (1995) 3. ed. G.E.C Gads Forlag. p. 62. ISBN: 87-12- 02028-1. (Fæst kopierað á NVD). Ecology of five Faroese lakes: Summary and synthesis. Jeppesen, E., Christoffersen, K., Malmquist, H., Faafeng, B., & Hansson, L-A. 2002. Ann. Soc. Scient. Færoensis. Suppl. 36:126-139. (Fæst kopierað á NVD). Stofomsætning i havbunden.Tema-rapport frá DMU, http://bioold.science.ku.dk/mkuhl/ambio/materials/PBChristense n%20DMUrapport.pdf Plankton í sjónum. Eilif Gaard og Høgni Debes, 2010. (PDF/kopi frá lærarunum). + annað kopierað tilfar
Ábyrgd
Eilif Gaard