3528.22 - Feltskeið í vistfrøði


Skeiðsnummar
3528.22
Heiti
Feltskeið í vistfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Innskrivað til bachelor útbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparsetrið Føroya, fylgjandi vanligu lestrarætlanini ella B) Lesandi, sum taka stakgreinalestur, mugu hava neyðuga bakgrund í almennari lívfrøði og vistfrøði, so sum: Almenn lívfrøði; Plantur og djór í føroyum; Vistfrøði á landi; Havlívfrøði.
Endamál
At læra hvussu lívfrøðiligt og evnafrøðiligt tilfar verður savnað í náttúruni, konserverað og vísindaliga kannað. At geva eina grundleggjandi vitan um útbreiðsluna av ymsum djórum og plantum og ávirkan frá faktorum í umhvørvinum, ið hava týdning fyri nøgd og útbreiðslu av teimum. At geva eina vistfrøðiliga fatan av náttúruni og at læra, hvussu frágreiðingar av tí innsavnaða tilfarinum verða gjørdar
Innihald
Í vatni og sjógvi: Djóralívið í eini á: Kannað verður, hvussu tað broytist lívfrøðiliga oman gjøgnum ánna og hvussu viðurskifti í umhvørvinum ávirka broytingarnar. Botndjór í havinum: Í einum føroyskum firði verða innsavnað, navngreina, og kannað fyri nøgdir og útbreiðslu í mun til umhvørvið. Uppi í sjónum: Í einum føroyskum firði verða kanningar gjørdar av fysiskum parametrum, tøðevnum, oxygeni, gróðri, plantuætið og djóraætið. Ein heildarlýsing verður gjørd av plankton, og parametrum í umhvørvinum, sum ávirka nøgdir, útbreiðslu, vøkstur og flutning. Á landi: Plantur og djór og veður verða greina í ymiskum umhvørvið á landið og kannað verður um har er munir millum hesi habitat.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, útferðir, venjingar og skriva frágreiðingar. Full møtiskylda er.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Fylgja royndum mannagongdum og duga at finna aftur støðir, ið verða nýttar til sýnistøku ár eftir ár. Samstundis lærir studenturin at taka sýnir á ymsu støðunum, og at skilja týdningin av hesi mannagongd. • Greiða frá kanningar økinum sum heild og ávísu kanningar støðunum. • Greina hvørji sløg av djórum verða funnin, seta saman ein lista yvir hesi sløg og gera biodiversitets samanberingar millum ymsu kanningarstøðirnar. • Lýsa uppbygnaðin av einum firði, og greiða frá hvønn týdning hesin hevur fyri lívfrøðina í firðinum. • Máta secchidýpi, oxygen, hita, dýpi, salt og fluorescens við tólum sum eini CTD (conductivity, temperature, depth). • Máta plantuæti biomassa við at nýta sambandið millum fluorescens og klorofyl a. • Samlað plantu- og djóraætið, og kannað tað á starvstovu við hóskandi amboðum. • Kannað slag og nøgd av nutrientum í sjógv prøvum. • Máta nøgd av lívrunnum og ólívrunnum tilfarið í sedimentfellum. • Greina djóra- og plantulívið í ymiskum hæddum og økjum við hjálp av ymsari kanningarútgerð, so sum pit-fall fellum og plantukvadratum, og at samanbera úrslitini á ein vísindaligan hátt • Gera plantu-, fugla- og smákyktalistar yvir eitt hóskandi økið við hjálp av sonevnum “litteratur lyklum”. • Greina veðurlagið á einum habitati niður í minstu lutir, og hvørja ávirkan hetta hevur á plantur og skordýr (mikroklima). • Greina døgn rútmuna hjá fugli, og hvørja ávirkan tað kann hava á fuglatalið til eina ávísa tíð (diurnal activity patterns). • Greina smákykt í moldini við t.d. Berlese-fellum. • Greiða frá og greina menniskjaliga ávirkan á náttúruna við, at kanna nøgd av flatmaðki, og lutfallið millum tal av reyð- og flatmaðki í einum hóskandi kanningarøki. • Greiða frá hvussu ymsir partar av náttúruni kunnu ávirka aðrar partar og hvussu náttúran hongur saman sum ein eind.
Próvtøkuháttur
Góðkenning av frágreiðinum og framløgum
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Kopierað undirvísingar tilfarð, ið lesandi fáa frá ymsu undirvísarunum.
Ábyrgd
Anni Djurhuus