3537.20 - Almenn lívfrøði


Skeiðsnummar
3537.20
Heiti
Almenn lívfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnám
Endamál
At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av lívfrøði og náttúruni, alt frá evnafrøði til eina til fleir kyknu verur. Lesandi fer at læra, hvussu evolutiónin er eitt kjarnu tema í lívfrøðini, ið bæði kann greiða frá tí fjølbroytni, og tí líkheit vit síggja í lívinum á jørðini.
Innihald
Leikluturin hjá evnafrøði í lívfrøðini, kyknulæra og genetiski grundsteinurin fyri lívið. Evolutión og Darwinistiska revolutiónin, lívsins træ, ein og fleirkyknu verur, bakteriir, virus og hvussu nýggj sløg blíva til. Nógvu ymsu stýrisháttirnir, ið eru neyðugir fyri at hava eina væl virkandi fleirkyknaða veru, lívfrøðiligt margfeldi, `life history traits´, populatiónir, samfeløg og vistskipanir, global vistfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávuloysn.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greiða frá um hvønn týdning carbon hevur fyri molekylera fjølbroytni • Greiða frá um evnafrøðiligu eginleikarnir hjá vatnið og hvussu týdningarmikið tað er fyri lívið. • Greiða frá um kyknu bygna og funktión • Greiða frá um ymsu stigini í fotosyntesuni • Greiða frá um vanligu kyknudeilingina • Greiða frá um kynsligar lívsringrásir og kynskyknudeilingin • Greiða frá um Mendelsku genetikkina, DNA og arv • Greiða frá um evolutiónina og hvussu lívið hevur tilpassa seg við hjálp av evolutión og náttúrligu selektiónini • Lýsa bygnaðin av fylogenetiskum trøðum, og hvussu tey vísa ættarbond millum ymsu sløgini av lívið á jørðini • Skilja og kunna greiða frá um genetiskari evolutión • Greiða frá um virusir, viroidir og prionir • Greiða frá um prokaryotar og teirra evnir at tilpassa seg eitt broytandi umhvørvi • Lýsa og greiða frá um bæði einkyknu og fleirkyknu eukaryotar • Greiða frá um vistfrøði og atburðar vistfrøði • Greiða frá um “life history traits” • Lýsa og greiða frá um lívfrøðiligt margfeldi og samfeløg • Lýsa og greiða frá um “global ecology”
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 4 tímar uttan hjálparamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Jane B. Reece, Lisa Urry, Michael L. Cain, Steven A. Wasserman, Peter V. Minorsky, Robert B. Jackson, Neil A. Campbell. 2014, Biology: A Global Approach, Global Edition. 13:978-1-292-00865-3
Ábyrgd
Anni Djurhuus