3570.21 - Rannsóknarætlan og datagreining


Skeiðsnummar
3570.21
Heiti
Rannsóknarætlan og datagreining
ECTS
7,5
Fortreytir
Grundleggjandi hagfrøði á 3,5 ECTS
Endamál
At geva teimum lesandi hagfrøðilig amboð til datagreining og greitt innlit í nýtslu av teimum. Veita vitan um týdning av eini góðari rannsóknarætlan, og at vísa á leiðina frá rannsóknarætlan til datagreining.
Innihald
Hypotesu-orðing. Innsavnan av data. Tilvild. Ymisk snið á royndum. Statistisk styrki. Mátingar. Etikkur. Sannlíkindi. Variablar. Konfidensintervall. P-virði. Statistiskar testir. Modell. Variansanalýsa. Regressiónsanalýsa. Telduforritið R.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, vegleiðing, seminar (fakligir kjakfundir) og bólkaverkætlan
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o Greiða frá týdninginum av at gera eina rannsóknarætlan o Greiða frá týdningunum av tilvild og endurtøkum av royndum, tá ið data verður innheintað, og at greiða frá hvussu hetta kann ávirka hagfrøðisliga data-analýsu. o Leggja ætlanir fyri einfaldar kanningar o Orða týðiligar hypotesur, ið eru gjørligar at eftirkanna o Leggja eina ætlan fyri, hvussu innheintað data verða skipað og goymd o Greiða frá møguligum etiskum trupulleikunum, ið kunnu standast av kanningum og rannsóknum o Umtala skilvíst ymisk rannsóknarsnið o Gera eina forkanning, grundað á egna rannsóknarætlan o Eftirmeta rannsóknarætlan og forkanning o Broyta og betra rannsóknarætlan eftir atfinning og eftirmeting av forkanning o Loysa grundleggjandi hagfrøðisligar uppgávur í telduforritinum: R o Rokna út statistiska styrki í statistiskum testum o Rokna út konfidensintervall fyri miðaltøl og brot, umframt munir ímillum miðaltøl og brotpartar o Brúka t-testir og aðrar grundleggjandi testir í hagfrøði o Tulka p-virði, og koma fram til rætta niðurstøðu o Fremja variansanalýsu og regressionsanalýsu í verki
Próvtøkuháttur
Endaliga próvtalið hjá teimum lesandi á skeiðinum verður grundað á skrivliga próvroynd og verkætlanaravrik sambært hesum leisti: Skrivlig roynd: 50 % Verkætlan: 50 % Bæði verkætlanin og skrivliga royndin skulu vera góðkendar fyri at standa skeiðið. Verkætlanin verður gjørd í bólkum á 3-4 studentar. Í verkætlanini skulu tvær frágreiðingar skrivast, eitt seminar og ein framløga haldast. Øll tey fýra nevndu avrikini er kravd, og frágreiðingarnar og framløgan mugu vera staðin hvør sær fyri at fáa skeiðið góðkent. Tey lesandi eiga at luttaka virkin á seminarunum. Fyri samlaðu verkætlanina verður 1 próvtal givið. Hetta próvtal er grundað á metingar av trimum avrikum. Vektirnar á ymsu avrikunum eru sambært niðanfyristandandi býti: Skrivlig frágreiðing um rannsóknarætlan: 40 % Verkætlanarrapport um dataanalysu: 40 % Munnlig framløga av verkætlan: 20 % Próvtøkan er ein 3 tíma skrivlig roynd. Eingi hjálparamboð eru loyvd, burtursæð frá lummaroknara. Áður góðtikin skrivlig avrik kunnu nýtast í samband við endurroynd.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Experimental Design for the Life Sciences, Graeme Ruxton, Nick Colegrave, OUP Oxford, 4th edition, (2016), ISBN: 9780198717355, pp. 202. Intuitive Biostatistics - a nonmathematical guide to statistical thinking, Harvey Motulsky, OUP USA, 4th edition, (2018), ISBN: 9780190643560, pp. 568.
Ábyrgd
Anni Djurhuus