3571.20 - Eiturfrøði


Skeiðsnummar
3571.20
Heiti
Eiturfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Innskrivað til bachelor útbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparsetrið Føroya, fylgjandi vanligu lestrarætlanini ella B) Lesandi, sum taka stakgreinalestur, mugu hava neyðuga bakgrund í almennari og lívrunnari evnafrøði, lívevnafrøði, kyknu- og mýliskari lívfrøði, arvalæru og humanfysiologi, so sum: 3512 Almenn og ólívrunnin evnafrøði; 3513 Lívrunnin evnafrøði; 3514 Lívevnafrøði; 3518 Mýlsk kyknulívfrøði I; 3516 Arvalæra and 3813 Humanfysiologi.
Endamál
At geva teimum lesandi grundleggjandi vitan um eiturfrøði og tær nógvu síðurnar av fakinum; í serligan mun grundreglur (princip) og mekanismur, dispositión av eiturevnum, og eiturávirkan sum heild og í ávísum gøgnum
Innihald
Mekanismur: Kyknu-, lívevnafrøðiligar, og mýlskar mekanismur. Dispositión av eiturevnum: uptøka, fordeiling, og úrskiljing av eiturevnum. Biotransformatión av eiturevnum. Evnafrøðilig carcinogenesa. Genetisk eiturfrøði. Eiturávirkan á menning. Eiturávirkan á úrvald gøgn (livur, nýra og nervalagið)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávuloysing, kjak, framløgur, og/ella onnur skeiðsavrik. Summi av omanfyristandandi avrikum kunnu vera kravd.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi vera før/ur fyri at: 1. Lýsa tær ymisku mekaniskurnar fyri flyting av eiturevninum frá upptøkustaðnum til har árinið fer fram. 2. Lýsa ymisku reaktiónssløgini, tá eiturevnir reagerar við mýlið, sum verður ávirkað. 3. Lýsa hvussu eiturevni ávirka funktión og regulering í kyknuni. 4. Lýsa mekanismunar fyri umvæling (reparatión) av mýlum og kyknuni við serligum atliti til DNA reparatión og hvat hendir um reparatiónin miseydnast. 5. Greiða frá flutningi av eiturevnum í kyknuni. 6. Vísa ymiskar upptøkuvegir av eiturevnum í kyknuni. 7. Stutt lýsa býtið av eiturevnum í kroppinum. 8. Stutt lýsa ymiskar úrskiljingarhættir fyri eiturevni úr kroppinum. 9. Lýsa rættuliga nágreiniliga grundreglurnar fyri biotransformatión av eiturevnum. 10. Lýsa rættuliga nágreiniliga hydrolysu, reduktión, oxidatión og konjugatión av eiturevnum. 11. Lýsa grundreglur og mekanismur fyri kyknu- og mýlska evnafrøðiliga carcinogenesu. 12. Lýsa stutt grundreglur, mekanismur og sjúkuelvan av eiturevnum í móðurlívi og í sambandi við menning. 13. Lýsa mekanismur og slag av skaða elvdur av eiturevnum í serligum gøgnum (livur, nýra og nervalagnum). 14. Sambinda og samanseta kunnleika og vitan frá ymsu skeiðspørtunum í skeiðnum. 15. Sambinda og samanseta fróðskap, frá hesum skeiðinum við vitan og kunnleika frá øðrum skeiðum, serliga lívevnafrøði, kyknu- og mýliskari lívfrøði og arvalæru.
Próvtøkuháttur
Fýra tímar skrivlig próvtøka. Sum treyt at sleppa til próvtøkuna, er at øll kravd avrik, ið eru á skeiðnum, eru góðkend. Eingi hjálparamboð eru loyvd til próvtøkuna, uttan elektrónisk roknimaskina. Tá avrik eru góðkend, eru tey eisini galdandi í sambandi við møguliga endurpróvtøku. Um kravd avrik ikki eru góðkend, er ikki møguligt at fara til endurpróvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Curtis D. Klaassen (editor) Casarett & Doull’s Toxicology: The Basic Science of Poisons, 8th edition. Mc Graw Hill Education. 2013. Hardcover: ISBN 978-0-07-176923-5 Handouts.
Ábyrgd
Jónrit Halling