3578.22 - Mýlsk starvstovuháttaløg


Skeiðsnummar
3578.22
Heiti
Mýlsk starvstovuháttaløg
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelorútbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakgreinalesandi mugu hava hóskandi grundarlag í kyknufrøði og tilsvarandi mýlskum skeiðum, eitt nú 3514 Lívevnafrøði, 3518 Kyknu- og mýlsk lívfrøði I, 3516 Arvalæra, 3576 Kyknu- og mýlsk lívfrøði II, 3577 Lívúpplýsindi í verki.
Endamál
At geva studentunum praktiskan kunnleika og teoretiska vitan um grundleggjandi molekylerar laboratoriukanningar av smáum molekylum, nukleinsýrum og proteinum.
Innihald
Innihaldið í skeiðnum kann skifta eitt sindur, frá ferð til ferð, men umfatar ymiskar metodur, sum hava við smá molekylir at gera (t.d. evnir, sum eru niðurbrotin ella dálka umhvørvið), proteinir og nukleinsýrir. Fyrilestrarnir geva luttakarunum ein teoretiskan og praktiskan kunnleika um metodurnar, sum verða royndar í skeiðnum, men geva eisini luttakarunum vitan og førleikar um grundleggjandi laboratoriu-metodur, teknikkir og tól, sum tað tó ikki altíð er møguleiki fyri at royna í Føroyum ella ikki er møguleiki fyri at arbeiða við á skeiðnum. Smá-molekyl-metodurnar umfata: Prøvatøka og viðgerð av biologiskum prøvum (blóð, livur ella onnur gøgn ella vevnaðir frá fiski, fugli, súgdýrum ella øðrum livandi) ella umhvørvisprøvum (vatn, sediment, mold) og prøvum, sum seinni skulu kannast fyri dálkandi evni, eitt nú við massaspektrometri. Proteinmetodurnar eru eitt nú: SDS-PAGE, silvurliting av gelum, Western blotting, immunoprecipitation, massaspektrometri, flow cytometri, histokemi, massaspektrometri. Nukleinsýrumetodurnar eru eitt nú: Uppreinsing av DNA ella RNA frá ymiskum prøvum, ymisk sløg av nukleinsýruanalysum, so sum kvantitativ PCR, ymisk sløg av stór-skala sekvensering (td.16S metagenomics, transkriptomics ella genom sekvensering, ChIP Seq ella aðrar metodur). Um møguligt, kunna partar av undirvísingini vera at luttaka í granskingarverkætlanum, sum eru i gongd, ella at royna nýggjar metodur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Laboratoriusýningar og -venjingar. Kjak og framløgur, har dentur verður lagdur á metodur og teknikkir. Studentarnir fáa útflýggja vegleiðingar og mannagongdir, sum eru á yrkisligum støði. Studentarnir skulu sjálvir vera førir fyri at gera neyðugar útrokningar, buffarar, upploysingar og annað, sum krevst til royndirnar. Til summar av royndunum, kann roknast við longum arbeiðsdøgum (10 tímar ella meira). Fleiri uppgávur verða loystar samstundis, anti av ymiskum studentum, ella av bólkum. Allir partar av skeiðnum eru kravdir.
Læruúrtøka
Innihaldið í skeiðnum kann broytist við tíðini, tískil kann læruúrtøkan eisini broytast samsvarandi. Eftir staðið skeið er studenturin vanliga førur fyri at: 1. Gera analysur av einum proteinprøva við SDS-PAGE og at silvurlita gelina. 2. Standa fyri og gera kanningar við Western blotting og at analysera proteinið, sum kemur fram, og at kunna greiða frá avmarkingum og styrkjum við Western blotting kanningum. 3. Leggja til rættis og gera immunoprecipitation kanningar og kombinera hesar við SDS-PAGE og Western blotting og kunna greiða frá avmarkingum og styrkjum við immunoprecipitation kanningum. 4. Greiða frá grundarlagnum, sum flow cytometry byggir á, og styrkjum og veikleikum, sum metodan hevur. 5. Greiða frá grundarlagnum, sum histokemi byggir á og histokemiskum kanningum av vevnaði, og hvussu hesi kunnu teljast upp. 6. Lýsa hvussu andevni kunnu nýtast sum molekyleramboð á ymiskum økjum, og hvørjar styrkir og avmarkingar eru. 7. Lýsa grundarlagið, sum massa spektrometri byggir á, geva nakrar grundleggjandi tulkingar av massaspektra við óskalaðum jonum og av fragmentspektra (MS/MS), lika mikið um spektrini eru av peptidum/proteinum ella stava frá smærri molekylum. 8. Greiða frá grundarlagnum, sum málrættað massaspektrometri byggir á, og hvussu nøgdarmátingar kunnu gerast við einum massaspektrometri. 9. Greiða grundleggjandi frá nøkrum vanligum teknikkumir, sum verða nýttir, tá prøvar skulu gerast klárir (upploystir- og fastir úrdráttir, QuEChERS). 10. Greiða frá, gera og analysera kvantitativ PCR. 11. Greiða frá mannagongdini, hvussu “library” verður gjørt í genomiskari stórskalasekvensering. 12. Greiða frá og diskutera nakrar arbeiðshættir, sum einans verða gjøgnumgingnir við fyrilestrum, eitt nú NMR, elektrónmikroskopi, siRNA, ChIP Seg osfr. 13. At seta spurningar og finna fram til royndaruppsetingar, sum kunnu fáa greiðu á hesum spurningunum, ella við øðrum orðum, at kasta ljós á ein trupulleika og so gera royndirnar.
Próvtøkuháttur
Sameining av: 1) Aktiv luttøka undir skeiðnum. 2) Góðkenning av skrivligum rapportum, har høvuðsdentur verður lagdur á metodurnar, sum verða brúktar í skeiðnum. 3) Kravdum framløgum, har høvuðsdentur verður lagdur á metodurnar.Um rapportin og/ella framløgan geva ábending um manglandi forstáilsi av umráðandi evnum/metodum verður ein munnlig próvtøka hildin
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum er: Fyrilestrarnir, útflýggjað tilfar og royndarvegleiðingar.
Ábyrgd
Svein-Ole Mikalsen