3813.22 - Humanfysiologi


Skeiðsnummar
3813.22
Heiti
Humanfysiologi
ECTS
7,5
Fortreytir
Til stakgreinalesandi krevst hóskandi grundarlag í lívevnafrøði svarandi til: 3514 Lívevnafrøði.
Endamál
Skeiðið skal veita teim lesandi eitt yvirlit yvir mannakroppin – hvussu hann er uppbygdur, og hvussu hann virkar á kyknu‐, vevnaðar‐ og organniveau, og geva teimum lesandi kunnleika um tær fysiologisku reguleringsmekanismurnar ið stýra kroppinum.
Innihald
Uppbygnaður og funktiónir í teim ymsu organunum og organskipanunum umframt fysiologiskar reguleringsmekanismur. Homeostasa; nervaskipanin; sensorisk fysiologi; endokrinologi; immunskipanin; respiratión; reproduktión; sodningarleiðin; nýru; hjarta/kar; vøddar; arbeiðsfysiologi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávur.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið er studenturin førur fyri at: o Greiða frá hvussu mannakroppurin er skipaður í gøgn, vevnað, veskufasur og kyknur, umframt greiða frá, hvussu kropsjavnvágin (homeostasan) verður stýrd o Greitt umrøða uppbygnaðin og virknaðin av ymiskum sløgum av nervakyknum, og greina samskiftið ímillum nervakyknur (hvíldarmembran potentiali, aktións potentiali), umframt at duga at brúka skikkaðir roknihættir í hesum sambandi (t.d. Nernst og Goldman-Hodgkin- Kaz). o Umrøða og greina elektriskar og evnafrøðiligar synapsur, og duga at greiða frá ymiskum transmittaraevnum og teirra virkni. o Greiða frá uppbygnaðinum av nervaskipanini, og greina uppbygna og virknaðin av ymisku pørtunum av nervaskipanini. o Skilvíst umrøða ymisk sløg av reseptorum og greina teirra virkna og samskiftið við aðrar kyknur. o Greiða nágreiniliga frá sansaskipanini hjá menniskjanum og frá ymiskum sløgunum av sansum. o Greiða frá uppbygnaðinum av ymiskum sløgum av vøddum, hvussu teir verða gjørdir virknir, og greina tær evnafrøðiligu prosessir, ið gera seg galdandi tá vøddarnir arbeiða. o Røða um rørsluskipan menniskjans, og hvørjir fysiologiskir tættir avgera arbeiðsavrik hjá beinagrindsvøddum. o Nýta kunnleika um lungaskipanina hjá menniskjum, greiða frá uppbygnaði og virkna, umframt at greina hvussu andadrátturin verður stýrdur. o Duga at fremja einklar útrokningar av respiratiónsmátum, greina respiratiónsdáta frá arbeiðstestum og meta um fysiologiska týdningin av hesum. o Greiða neyvt frá hvussu andadrátturin verður stýrdur í hvíld og í arbeiði, og hvussu andadrátturin ávirkar sýru-basu støðuna í kroppinum. o Siga nágreiniliga frá uppbygnaðinum av hjartanum, blóðinum og blóðrenslinum. o Greiða frá hvussu hjartað og blóðrenslið virkar, og frá sereyðkennunum hjá ymisku æðrasløgunum. Greiða frá hvussu blóðið er samansett og frá virknaðinum á ymiskum blóðkyknum. o Røða greiðliga frá, hvussu hjartað og blóðrenslið verða stýrd og meta um sjúku í hjarta-kar skipanini. o Vísa í verki útrokningar av blóðrensltættum í hvíld og í arbeiði. o Greiða frá hvussu nýruni eru uppbygd og siga nágreiniliga frá, hvussu tey virka. Vísa nýrafunktión við einkultum roknidømum. o Lýsa og greina, hvussu ion og vatn javnvágin verður stýrd. o Greiða frá, hvussu sodningarskipanin er uppbygd og virkar, og frá sereyðkennum hjá ymsu pørtunum í sodningarskipanini. Greiða frá hvussu kolvæta, feitt og protein verða sodnað og upptikin. o Greina hvussu sodningin hjá menniskjum er stýrd og greiða nágreiniliga frá evnisskiftinum hjá menniskjanum, har ymisku evnisskiftisprossessirnar verða lýstar. o Siga frá hormonskipanini, herundir ymiskum endokrinum kertlum hjá menniskjanum við støði í virkisháttinum og stýringini av ymiskum hormonum. o Greiða frá kynskyknuframleiðslu- og kyknudeilingsprosessunum og hvussu hesar verða stýrdar. Lýsa uppbygnaðin av mannligu og kvinnuligu kynsgøgnunum og teimum ymisku kyknusløgunum, herundir hvussu kynsgøgnini virka, og hvussu tey verða stýrd. o Greina stýringina av sáðframleiðsluna hjá monnum og menstrutiónssyklus hjá kvinnum. o Lýsa neyvt immunskipanina hjá menniskjanum, og hvussu hon virkar. Greiða frá ymiskum immunkyknum og frá teirra virkna. Greina stýringina av ymiskum immunvirknisprocessum við støði í ymiskum sjúkum. o Greiða stutt frá hvussu mannakroppurin er mentur til kropsligt arbeiði, og hvussu kroppurin reagerar uppá kropsliga venjing.
Próvtøkuháttur
4 tímars skrivlig roynd. Ongi hjálpiamboð eru loyvd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Vander's Human Physiology: The Mechanisms of Body Function. Eric P.Widmaier, Hershel Raff, Kevin T. Strang. (2016) 14 edition. McGraw‐Hill Higher Education. ISBN‐978-1-259-25110-8. Vísindaliga greinar.
Ábyrgd
Jónrit Halling