3527.18 - Havlívfrøði I
Skeiðsnummar
3527.18
Heiti
Havlívfrøði I
ECTS
7,5
Endamál
At geva eitt yvirlit yvir livandi verur í sjógvi, vøtnum og áum og at
lýsa teirra vistfrøði.
Skeiðið viðger pelagisk og bentisk viðurskifti, og víst verða dømi úr
Føroyum.
Høvuðsdentur verður lagdur á sjógvin.
Innihald
- Pelagiska umhvørvið: Pelagiskar verur, vistfrøði, liviumstøður
og abiotiska umhvørvi teirra.
- Gróður og ávirkan frá umhvørvinum.
- Útsjónd, tillaging og ávirkan millum plantuplankton,
djóraplankton og hægri djór.
- Mikrobiologisk vistfrøði: Sedimentering og ringræsir av
lívrunnum og ólívrunnum evnum, plantum og djórum.
- Havbotnurin: Bentisk vistfrøði og viðurskifti í sedimentum.
- Bentisk flora og fauna, teirra virking og tillaðing til umhvørvið.
- Sínámillum ávirkan ímillum botndjór.
- Trofisk viðurskifti: Føðiketur og føðinet, sundirgreiningar í
føðsluløg og flutningur av orku ígjøgnum føðsluløgini.
- Veðurlags- og mannaávirkan.
- Umhvørvið og djóralívið í áum og vøtnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, venjingar og kollokvium
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið, kann studenturin:
- Greiða frá, hvussu abiotiskir faktorar ávirka liviumstøður
hjá plantuplankton og djóraplankton í sjónum, í áum og í
vøtnum.
- Røða um høvðussløg av plantu- og djóraplankton.
- Greiða frá hvussu plantuplankton og djóraplankton eru
lagað til umhvørvið, tey liva í.
- Greiða frá vistfrøðini hjá plankton og kunna lýsa føðiketur
í havinum.
- Greiða frá bentiskari flora og fauna og teirra tillaging til
umhvørvið.
- Greiða frá liviumstøðunum á og í botninum, og lýsa
bentiska vistfrøði.
- Lýsa trofisk viðurskifti og flutning av orku.
- Lýsa, hvørja ávirkani veðurlagsbroytingar og onnur
mannaávirkan hava á vistfrøðina í havinum.
Próvtøkuháttur
Skriftlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálpimboð. Próvtøl verða
eisini givin fyri innlatingaruppgávur og miðal av hesum próvtølum
telur 20% av próvtalinum fyri skeiðið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Biological Oceanography: An Introduction. Carol Lalli and Timothy
Parsons (1997), 2 edition. 320 pages. A Butterworth-Heinemann.
ISBN-13: 978-0750633840.
Basisbog i ferskvands økologi. Sand-Jensen,K., Iversen,T.M. &
Lindegaard,C. (1995) 3. ed. G.E.C Gads Forlag. p. 62. ISBN: 87-12-
02028-1. (Fæst kopierað á NVD).
Ecology of five Faroese lakes: Summary and synthesis. Jeppesen,
E., Christoffersen, K., Malmquist, H., Faafeng, B., & Hansson, L-A.
2002. Ann. Soc. Scient. Færoensis. Suppl. 36:126-139. (Fæst
kopierað á NVD).
Stofomsætning i havbunden.Tema-rapport frá DMU,
http://bioold.science.ku.dk/mkuhl/ambio/materials/PBChristense
n%20DMUrapport.pdf
Plankton í sjónum. Eilif Gaard og Høgni Debes, 2010. (PDF/kopi frá
lærarunum).
+ annað kopierað tilfar
Ábyrgd
Eilif Gaard