3532.18 - Almenn Lívfrøði I
Skeiðsnummar
3532.18
Heiti
Almenn Lívfrøði I
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnám
Endamál
At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av hvussu kanningar av lívið hava avdúka afturgangandi temaðir og at evolutiónin er eitt kjarnu tema, ið bæði kann greiða frá tí fjølbroytni og tí líkheit vit síggja í lívinum á jørðini.
Innihald
Leikluturin hjá evnafrøði í lívfrøðini, kyknulæra og genetiski grundsteinurin fyri lívið.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávuloysing.
Læruúrtøka
Eftir staði skeið kann studenturin:
1. Greiða frá um hvønn týdning carbon hevur fyri molekylera fjølbroytni
2. Greiða frá um evnafrøðiligu eginleikarnir hjá vatnið og hvussu týdningarmikið tað er fyri lívið
3. Greiða frá um lívfrøðilig makromolekylir og lipidir
4. Greiða frá um orku og lív og sambandið teirra millum
5. Greiða frá um kyknu struktur og funktión
6. Greiða frá um kyknu membranar, kyknu anding og kyknu boðsending
7. Greiða frá um ymsu stigini í fotosyntesuni
8. Greiða frá um vanligu kyknudeilingina
9. Greiða frá um kynsligar lívsringrásir og kynskyknudeilingina
10. Greiða frá um sonevndu Mendelsku genetikkina
11. Greiða frá um “linkage” og kromosomir
12. Greiða frá um DNA og arv
13. Greiða frá um genir og hvussu hesi verða lisin
14. Greiða frá um stýringar í samband við at genir verða avlisin
15. Greiða frá um DNA tøkni
16. Greiða frá um evolutiónina av ílegumeinginum (genominum)
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Jane B. Reece, Lisa Urry, Michael L. Cain, Steven A. Wasserman, Peter V. Minorsky, Robert B. Jackson, Neil A. Campbell. 2014, Biology: A Global Approach, Global Edition. 13:978-1-292-00865-3
Ábyrgd
Jónrit Halling