3513.15 - Lívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3513.15
Heiti
Lívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Almenn & ólívrunnin evnafrøði
Endamál
At geva teimum lesandi yrkisevni til evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Alisfrøðiligir og evnafrøðiligir eginleikar hjá: Hydrocarbonum, halogeneraðum hydrocarbonum, alkoholum, thiolum, etherarum, aminum, aldehydum, ketonum, carboxylsýrum og teirra derivatum. Evni, sum innihalda blandaðar funktionellar bólkar. Carbohydratir. Lipidir. Proteinir. Nukleinsýrur. Syntetiskar strategiir. Stereoisomeri. Resonansformar. Reaktiónsmekanismur. Spektroskopi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og starvsstovuvenjingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o skipa og greiða frá funktionellum bólkum eins og vísa kunnleika um alkanir, navngeving, strukturar, alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar o fródliga umrøða alkenir, alkynir,reaktiónir, reakiónsmekanismur, carbocatiónir, resonansformar o umrøða aromatisk evni, alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar eins og greina elektrofilar aromatiskar substitutiónsreaktiónir o greiða frá chiraliteti, optiskum aktiviteti og isomeri o skilvíst røða um alkylhalidir, teirra substitutións- og eliminationsreaktiónir o siga nágreiniliga frá um alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar eins og synthesu av alkoholum, phenolum, etharum, thiolum og sulfidum o greiða frá eginleikum hjá carbonylsamrunum og nucleophilu additiónsreaktiónum teirra o røða um carboxylsýrur, derivatir og polymerir teirra o nýta kunnleika um carbonyl alpha-substitutiónsreaktiónir og kondensatiónreaktiónir o greiða frá strukturum, navngeving, basisiteti og reaktiónum hjá aminum og alkaloidum o nýta nomnan kunnleika um UV, IR, NMR and massa-spektrometri o siga nágreiniliga frá carbohydratum, stereokemi og reaktiónum o greiða frá aminosýrustrukturum, peptid-synthesum, proteinstrukturum, enzymum og coenzymum o røða greidliga frá lipidum, nucleotidum, RNA, DNA og PCR o vísa í verki yrkisvit í starvsstovu, greina royndarúrslit, skriva greiðar starvsstovufrásagnir og loysa evnafrøðiligar uppgávur.
Próvtøkuháttur
Ein 4 tíma roynd. Próvtøkufortreytir: øll skrivlig avrik, rættstundis innlatin, skulu vera nøktandi og góðkend. Próvúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Øll hjálpitól eru loyvd. Endaliga próvtalið er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakterinum (75%) og miðalkarakterinum av innlatnum uppgávum og starvsstovufrásøgnum (25%).
Lestrarlisti
Fundamentals of Organic Chemistry, John McMurry, Brooks Cole, Belmont, USA, 7th edition, (2011), ISBN-13: 978-1-4390-4973-0, pp. 672
Ábyrgd
Hóraldur Joensen