3517.15 - Smáverulívfrøði


Skeiðsnummar
3517.15
Heiti
Smáverulívfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelor útbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparseturi Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakgreinalesandi. Hesi skulu hava nøktandi grundvitan um almenna evnafrøði, lívrunna evnafrøði og lívevnafrøði, t.d.: 3512 Almenn og ólívrunnin evnafrøði; 3513 Lívrunnin evnafrøði; 3514 Lívevnafrøði.
Endamál
At veita vitan um prokaryotar og flokkanarfrøði, lívfrøði, vistfrøði og samvirkan teirra við menniskju.
Innihald
Prokaryotisk menning og flokkanarfrøði. Bygnaður, virki og evnaskifti hjá prokaryotum. Bakteriuflokking. Smáveranna føðsla og dyrkan. Smáveranna vøkstur. Bakteriutýnandi evni og aðrir hættir at tamarhalda bakteriuvøkstri. Smáveranna vistfrøði. Matarmikrolívfrøði. Ídnaðarmikrolívfrøði. Sjúkugreining og farsóttarfrøði um sjúkur, ið standast av bakterium. Starvsstovuvenjingar: Fleiri venjingar um bakteriuvøkstur og -flokking og um bakteriur og evni, ið viðvíkja mati.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Næmingaframløgur um vísindaligar greinir. Loysa uppgávur (harímillum kravdar innlatingar ella framløgur). Starvsstovusýnisroyndir og venjingar (kravdar).
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið er studenturin førur fyri at: 1. Greiða frá úrslitum Pasteurs, postulatum Kochs og avleiðingum teirra. 2. Veita nágreiniliga lýsing av kyknubygnaði og funksjónum hjá bakterium og fornbakterium (archaea), og samanbera hesi bæði prokaryotisku økini. 3. Veita yvirlit yvir føðslutørv og høvuðseyðkenni í evnaskiftunum hjá smáverum. 4. Greiða frá ástøðiligum aspektum og greiningarhættum innan menning og greiða frá virkisligu avleiðingunum av menning, t.d. smáverufjølbroytni. 5. Skipa og sermerkja ymiskar bakteriubólkar. 6. Lýsa hættir og mekanismur, ið kunnu nýtast til at tálma smáverum (t.d. sterilisering, bakteriutýnandi evni, o.s.fr.), og avleiðingar teirra, serliga mótstóðuføri móti bakteriutýnandi evnum. 7. Lýsa vanliga mikrofloru í menniskjum, hvussu sjúkuelvandi smáverur ávirka menniskju og okkara verndarmekanismur, harímillum órininkervið. 8. Lýsa smáverusjúkanna farsóttarfrøði, spjaðing og sjúkugreining. 9. Lýsa, hvussu smáverur og menniskju ávirka hvørt annað (millum annað gjøgnum mat og vatn) og knýta hetta at fólkaheilsu. 10. Lýsa høvuðseyðkenni hjá virusum og virusafrøði. 11. Kanna heimsfevnandi ringrásirnar hjá týðandi frumevnum og knýta tær at smáverum. 12. Greiða frá og nýta fleiri ymiskar granskingarhættir í mikrolívfrøði.
Próvtøkuháttur
Ein samanseting av 1) góðkendum kravdum framløgum, venjingum og starvsstovufrágreiðingum og 2) skrivligari roynd, ið er próvdømd. 1) Kravdu framløgurnar, venjingarnar og starvsstovufrágreiðingarnar skulu verða latnar inn fyri ásettu freistina. Lærarin skal góðkenna framløgurnar, svarini og frágreiðingarnar, men ikki geva próvtal. 2) Skrivliga royndin varir fýra tímar. Eingin hjálpitól eru loyvd uttan roknimaskina. NVD telda verður veitt til skriving.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
MT Madigan, JM Martinko, D Stahl, DP Clark: Brock - Biology of Microorganisms, 14th edition. Pearson Benjamin Cummings 2014, 1032 pages. Lin perma: ISBN 9781292018317. Avrit, ið verða útflýggjað av lærara.
Ábyrgd
Svein-Ole Mikalsen