3518.15 - Kyknu- og mýlsk lívfrøði I


Skeiðsnummar
3518.15
Heiti
Kyknu- og mýlsk lívfrøði I
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelor útbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparseturi Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakskeiðstudentar hava hóskandi grundarlag í almennari og lívrunnari evnafrøði eins og lívevnafrøði svarandi til: 3512 Almenn og ólívrunnin evnafrøði; 3513 Lívrunnin evnafrøði; 3514 Lívevnafrøði.
Endamál
At veita studentunum kunnleika um kyknustruktur og starvshátt, kyknugøgn, vøkstur og kyknuringrás eins og sínámillumávirkan millum kyknur og mýl.
Innihald
Kyknubygnaður. Uppbygging og starvsháttur hjá kyknugøgnum. Funktión hjá DNA, RNA og proteinum. Ílegu-expression. Innankyknuflutningur. Innakyknu- og millumkyknusamskifti: hormonir, vakstrarfaktorar, signaltransduktión. Genom. Kyknuringrás og kyknubýting. Lívmenning. Skipan av vevnaðum. Rótkyknur. Krabbamein. Starvsstovusýnisroyndir við kyknudyrkan, starvsstovuvenjingar berkandi kyknutilgongdir og háttaløg í kyknulívfrøði, umfatandi nýtslu av ljósmikroskopi og epifluoresensmikroskopi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Uppgávurokning (nakrar av uppgávunum skulu latast inn). Studentaframløgur. Sýnisroyndir. Skyldubundnar starvsstovuvenjingar og starvsstovufrásagnir.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið er studenturin førur fyri at: 1. Lýsa bygnaðin av eukaryotum kyknum og tey mest týðandi kyknugøgnini. 2. Greiða frá og viðgera týdningarmestu virksemini í høvuðskyknugøgnunum. 3. Umtala regulering av proteinum, chromatin-strukturum og gen-expressión. 4. Lýsa nágreiniliga høvuðspartar av kyknuskrokki og samanseting teirra. 5. Geva eitt grundleggjandi yvirlit yvir háttaløg nýtt til analýsu av ílegum og genomum. 6. Greiða frá kanningarháttum og tólum at granska kyknuskrokkar, nøkur kyknugøgn í kyknuhinnum, ferðslurás teirra, og grundleggjandi ástøðiliga bakstøðið undir háttaløgunum (eitt nú: fluorglógvan ella andevni). 7. Gera nakrar einfaldar kanningar, sum kunnu berka kyknuskrokk, kyknugøgn og ferðslurás teirra. 8. Rannsaka og viðgera stigvísar broytingar av ílegum og genomum á grundstigi. 9. Kanna og greiða frá strukturum, virksemi og partum av kyknuhinnum, umfatandi flutning av mýlum og ionum yvir kyknuhinnur og týdningin av slíkum flutningi í kyknu-homeostasu og nervasignallering. 10. Umtala og bólka kyknusignaleringsrásir umfatandi flutning av stimulus yvir um kyknuhinnu og hvussu hesin stimulus breiðir seg til sín effector, verið tað seg eitt enzym, ella ein ella fleiri ílegur. 11. Røða um og nágreina allar partar í kyknuringrásini umfatandi vakstrarbýting; geva eitt grundleggjandi yvirlit yvir tær regulatorisku mekanismurnar í ringrásini, og mekanismuna fyri kontrolleraðan kyknudeyða. 12. Útgreina tvey høvuðssløg av vevnaði (bindivevnaður og yvirflatuvevnaður), hugtakið: kyknufelagsskapur og samskipan (eitt nú samskifti og samvøkstur millum kyknur), og vísa hvussu rótkyknur varðveita og endurnýggja vevna. 13. Munmeta krabbakyknur og vanligar kyknur, og vísa hvussu krabbakyknur bera seg at og ólýdni teirra móti reglum hjá rættvorðnum kyknusamfelagi. 14. Sambinda og samanseta vitan frá ymskum pørtum av verandi námsskrá. 15. Sambinda og samanseta vitan frá verandi námsskrá og øðrum lestrarætlanum, serliga lívevnafrøði.
Próvtøkuháttur
Sameining av 1) góðtiknum kravdum uppgávuvenjingum og starvsstovufrásagnum og 2) virðismettum skrivligum próvtøkuavrikum. 1) Tær kravdu uppgávuvenjingarnar og starvsstovufrásagnirnar mugu verða innlatnar fyri ásetta tíðarfreist. Uppgávuvenjingarnar og frásagnirnar skulu vera góðtiknar (ikki próvtalsmettar) av kennaranum. 2) Skrivlig próvtøka í fýra timar. Eingin hjálparamboð, tó lummaroknari er loyvdur. NVD telda er tøk sum skriviamboð. Góðkendar starvsstovufrásagnir skulu ikki skrivast av nýggjum í samband við endurroynd ella skeiðslestur á ørðum sinni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Alberts et al. Essential Cell Biology 4th Ed. Garland Science. 2014, 864 pages. Stív perma: ISBN 978-0-8153-4454-4. Lin perma: ISBN 978-0-8153-4455-1. Útflýggjað tilfar.
Ábyrgd
Svein-Ole Mikalsen