3532.14 - Lívfrøði I, “Lívsins træ”


Skeiðsnummar
3532.14
Heiti
Lívfrøði I, “Lívsins træ”
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnám
Endamál
At geva teimum lesandi eina fylogenetiska ferð gjøgnum “lívsins træ” við hartil hoyrandi kunnleika um taxonomiskar reglur og navnageving. Aftaná eina stutta lýsing av teimum 3 domeninum, verður farið gjøllari inn í tey 4 ríkini, sum eukaryotarnir fevna um. Byrjað verður við frumverunum (1. ríkið: Protista), og lýst verður, hvussu tær fleirkyknaðu verurnar greina seg út frá teimum – fyrst algurnar, har partur av grønalgunum gera, at hildið verður fram inn í planturíkið (2. ríkið: Plantae), sum fevnir um mosar, leggstreingjagróplantur, berfræingar og hulfræingar. Í tí sambandinum fáa tey lesandi venjing í at nýta floru til greining av hægri føroyskum plantum. Í 3. ríkinum (Fungi) verða soppar og skónir lýstar. 4. ríkið fevnir um tey fleirkyknaðu dýrini (Animalia, greinað í 35 fylki), sum verða lýst eftir kladiskisku heitunum: Metazoa og Eumetazoa, sum byrjar við teimum diploblastisku fylkjunum og síðan triploblastarnir ella tey bilateralu fylkini, sum greina seg í deuterostomar, ecdysozoar og lophotrochozoar. Skipanin verður lýst við at nýta frumløgini, kroppholur, skap/virkiheitið, RNA/DNA-kanningar o.a. sum grund undir menningini. Tey lesandi fáa venjing í at nýta greiningarlyklar til greining av føroyskum djórabólkum.
Innihald
1., 2., 3. og 4. ríki: Flokkan, skipan og fylogeni/evolutión. Einkyknaðar protistar. Heterotrofi/autotrofi. Algur/tari. Uppruni hjá landplantum, soppum og djórum. Plantur, soppar, skónir, ryggleys djór og ryggdjór. Føroysk flora og fauna.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, filmar, uppgávur, navnageving, náttúru- /starvs-stovuroyndir, dissektión, savns- /stovnsvitjanir.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið, skal tann lesandi kunna:  kenna tey 3 domenini  hava innlit í protistríkið – herundir algur/tari  hava innlit í planturíkið – herundir mosar, leggstreingjagróplantur, berfræðingar og hulfræðingar  duga at skilja hægri plantur í ættir  nýta eina floru til navnageving av plantum  hava innlit í sopparíkið – soppar, mykorrhiza og skónir  hava innlit í djóraríkið – herundir ryggleys djór og ryggdjór  kenna tey 35 fylkini og duga at seta tey í eina fylogenetiska ættartalvu eftir ávísum ættarbrøgdum/eyðkennum  duga at skilja 12 av fylkjunum í flokkar  kenna og navngeva tey vanligu djórini í Føroyum  nýta lyklar til greining av skordýrum og fiskum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Jane B. Reece, Lisa Urry, Michael L. Cain, Steven A. Wasserman, Peter V. Minorsky, Robert B. Jackson, Neil A. Campbell. 2014, Biology: A Global Approach, Global Edition. 13:978-1-292-00865-3 Jóhansen, J. 2000. Fosaa, A.M. and Rasmussen, S. (eds.). Føroysk Flora. Føroya Skúlabókagrunnur ISBN: 978-99918-0-058-5 Supplerandi lestnaður: Planternes udvikling fra mosser til dækfrøede, S. Fredriksen, F. Rasmussen, I. Friis, Gads Forlag. ISBN:87-12-03947-0 De højere planters evolution og klassifikation, S. Fredriksen, F. Rasmussen og Ole Seberg, Gads Forlag. ISBN 87-12-03087-2 Biology of plants, Raven, Evert and Eichorn, 8th edition, Freeman and company, Worth publishers. ISBN 13:978-4292-1961-7. Kompendium 1: “Almen evni til fylogeni hjá animalum” Kompendium 2: “Talvur: Útsjónd, bygnaður, morphologi, anatomi hjá invertebratum + greiningarlykil til skordýr”. (At nýta til dissektión og navngeving) Kompendium 3. “Øvelsesvejledninger til Chordatzoologi” + Tavler + “Grisk og latínsk frøðiorð” Kompendium 4: “Greining av fiskum” + greiningarlykil (Kompendiini eru gjørd og savnað til invertebrat- og vertebratskeiðini á Fróðskaparsetur Føroya í 2012- 2013 av Gunvør Hoydal og verða tillagað til komandi skeið 2014-2015).
Ábyrgd
Anna Maria Fosaa