3533.15 - Lívfrøði II: ”Almennur evolutiónsháttur og skap/virki hjá Animalia”


Skeiðsnummar
3533.15
Heiti
Lívfrøði II: ”Almennur evolutiónsháttur og skap/virki hjá Animalia”
ECTS
7,5
Fortreytir
Lívfrøði I: ”Lívsins træ”
Endamál
Í fyrstu atløgu at geva teimum lesandi alment innlit í evolitiónsháttin, sum ”lívsins træ” sýnir fylogenetiskt sum úrslit av lívmenningini ‐ fyri síðani at taka ta greinina á trænum, sum nevnist ANIMALIA (metazoa = dýr) og viðgera skap/virki hjá hesari kladu av fleirkyknaðu verunum út frá teirra grundleggjandi sniði (”baupläne”), sum er býtt upp í kladunum: Diploblasta, Deuterostoma, Ecdysozoa og Lophotrochozoa, soleiðis at tey lesandi koma at skilja, hvussu eitt fleirkyknað dýr megnar at skipa seg á vevnaði/gagnstigi, so at allar tær neyðugu lívsgerðirnar, sum tær einstøku kyknurnar mugu útinna, verða nøktaðar til gagns fyri heildina. Samnborið verður millum tær ymisku kladurnar, og orsøkin til munin verður lýstur fylogenetiskt, soleiðis sum eisini verður roynt at fylgja lívmenningina hjá útvaldum gøgnum fylogenetiskt. Seligur dentur verður lagdur á flokkin vertebrata við atliti til menniskan.
Innihald
Hvussu evolutiónin virkar, mikroevolutión, species og speciatión, makroevolutión. Djóralikamið sum skipan, og hvussu dýrini útinna tær 7 lívsgerðirnar: Upptaka føði, anda, útskilja ótørv, vaksa, nørast, rørast og samskifta (bæði externt og internt).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, filmar, uppgávur, náttúru‐/starvsstovuroyndir, dissektión o.a.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er til enda komið, eigur tann lesandi at duga: ➢ at skilja, hvussu evolutiónin virkar ➢ at skilja, hvussu tey ymisku gøgnini hjá útvaldum dýrum virka, og hjá ávísum bólkum, hvussu tey hava mennt seg ➢ samanmeta menning hjá ávísum gøgnum hjá teimum stóru dýrakladunum ➢ hava innlit í, hvussu samskifti fer fram internt í dýrakroppinum og externt við verunum sínamillum og við umhvørvið ➢ skilja, hvussu skap og virki er mennt í samsvar við umhvørvið út frá møguleikunum, sum anatomi og menningarstøði geva
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 4 tímar uttan hjálpiamboð
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Jane B. Reece, Lisa Urry, Michael L. Cain, Steven A. Wasserman, Peter V. Minorsky, Robert B. Jackson, Neil A. Campbell, 2014, Biologi: ”A GLOBAL APPROACH”, Global Edition. Supplerandi lesnaður: Kompendium 1: ”Almen evni til fylogeni hjá animalum” Kompendium 2: ”Talvur: Útsjónd, bygnaður, morfologi og anatomi hjá invertebratum” Kompendium 3: ”Royndarleiðbeiningar til Chordatzoologi” Kompendium 4: ”Greining av fiskum + greiningarlykil” (Gjørd og savnað av Gunvør Hoydal)
Ábyrgd
Høgni Hammershaimb Debes