3534.15 - Lívfrøði III : Plantubygnaður og virki


Skeiðsnummar
3534.15
Heiti
Lívfrøði III : Plantubygnaður og virki
ECTS
7,5
Fortreytir
Lívfrøði I og II
Endamál
At geva studentunum grundleggjandi vitan um innari og ytri plantubygnað (anatomi og morfologi). Harumframt eisini at geva teimum lesandi eina almenna kunning um tær mest grundleggjandi meginreglurnar innan plantulívvirkisfrøði (plantufysiologi).
Innihald
Rót, leggur, blað, blóma, frukt og fræ. Plantukyknan. Næling, menningarstig, lívslongd, lívshættir, vøkstur, og meristemir. Dusting og spjaðing av frukt og fræ. Plantuhormonir. Føðsluevni og trotaeyðkenni, dyrka plantur í vatnkulturi. Vatnupptøka og flutningur av vatni og nutrientum. Transpiratión. Assimilat transportur. Extern ávirkan. Samdøgursrútmur, fotoperiodisma, planturørslur og vernalisering. Plantur og fólk. Stress fysiologi. Fotosyntesa, ljós og lív. Respiratión.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, starvsstovuroyndir, uppgávur, framløgur og umrøður, nøring av plantum, ekskursión. Bólkaarbeiði. Starvsstovuroyndir eru kravdar og rapportir skulu góðkennast áðrenn próvtøku. Sjálvstøðug skrivlig uppgáva verður gjørd, ið lýsir eina sjálvvalda plantu anatomiskt, morfologiskt og fysiologiskt. Hvør studentur leggur fram eina vísindaliga grein.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið skal tann lesandi kunna: • Lýsa plantur innan hulfræingar morfologiskt, anatomiskt og fysiologiskt við teim mest grundleggjandi frøðiorðum • Lýsa ymsar plantukyknur og eyðmerkja ymisk vevnaðarsløg og bygnaðir mikroskopiskt og makroskopisk • Lýsa eina plantu fysiologiskt innan evnini, ið skeiðið snýr seg um, herímillum serliga: o Vøkstur, vevnaðir, menning og nøring o Ávirkan av seks høvuðsbólkum av plantuhormonum o Ávirkan av ytri faktorum: ljós, daglongd, temperatur, væta,nutrientar, lendi, vakstrarmedium, stress • Lýsa týdningarmestu kulturplanturnar í dag • Lýsa respiratión og fotosyntesu • Standa fyri vanligum starvsstovu mannagongdum og gera royndir, eisini mikroskopi. • Meta um samanhang millum plantubygnað og virki og hvussu plantan lagar seg til umhvørvi
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka 4 tímar uttan hjálparamboð. Innlating av uppgávu áðrenn, sum próvtal verður givið fyri. Hendan telur 25 % av samlaðu próvtøkuni. Endurpróvtøkan er ikki øðrvísi
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Raven Biology of plants. Evert Eichhorn. (2012) 8.ed. Publisher: W.H.Freeman. pp. 880. ISBN-13: 978-1-4292-1961-7. Føroysk flora. Jóhannes Jóhansen (2000). Anna Maria Fosaa og Sigga Rasmussen (ritstj.) pp.485. Føroya Skúlabókagrunnur. ISBN: 99918-0-058-1. Morfologisk Botanik, Mikkelsen, Vald. M, 4. útgáva, 2002. Afturat hesum kemur eyka tilfar og frískt plantutilfar.
Ábyrgd
Sigga Rasmussen