3578.17 - Mýlsk starvstovuháttaløg


Skeiðsnummar
3578.17
Heiti
Mýlsk starvstovuháttaløg
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelorútbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakgreinalesandi mugu hava hóskandi grundarlag í kyknufrøði og tilsvarandi mýlskum skeiðum, eitt nú 3514 Lívevnafrøði, 3518 Kyknu- og mýlsk lívfrøði I, 3516 Arvalæra, 3576 Kyknu- og mýlsk lívfrøði II, 3577 Lívúpplýsindi í verki.
Endamál
At geva studentunum praktiskan kunnleika og vitan um grundleggjandi molekylerar laboratoriukanningar av smáum molekylum, nukleinsýrum og proteinum.
Innihald
Innihaldið í skeiðnum kann skifta eitt sindur, frá ferð til ferð, men umfatar ymiskar metodur, sum hava við smá molekylir at gera (t.d. evnir, sum eru niðurbrotin ella dálka umhvørvið), proteinir og nukleinsýrir. Hendan lýsingin er um tær metodur, sum eru við í skeiðnum í 2017. Smá-molekyl-metodurnar umfata: Prøvatøka og viðgerð av biologiskum prøvum (blóð, livur ella onnur gøgn ella vevnaðir frá fiski, fugli, súgdýrum ella øðrum livandi) ella umhvørvisprøvum (vatn, sediment, mold) og prøvum, sum seinni skulu kannast fyri dálkandi evni, eitt nú við massaspektrometri. Proteinmetodurnar eru eitt nú: SDS-PAGE, silvurliting av gelum, Western blotting, immunoprecipitation, massaspektrometri, flow cytometri og histokemi. Nukleinsýrumetodurnar eru eitt nú: Uppreinsing av DNA ella RNA frá ymiskum prøvum, ymisk sløg av nukleinsýruanalysum, so sum kvantitativ PCR, stór-skala sekvensering (16S metagenomics, sekvensering av bakterium og eukariotum); ChIP Seq. Um møguligt, kunna partar av undirvísingini vera at luttaka í granskingarverkætlanum, sum eru i gongd, ella at royna nýggjar metodur. Fyrilestrarnir geva luttakarunum ein teoretiskan og praktiskan kunnleika um metodurnar, sum verða royndar í skeiðnum, men geva eisini luttakarunum vitan og førleikar um grundleggjandi laboratoriu-metodur, teknikkir og tól, sum tað tó ikki altíð er møguleiki fyri at royna í Føroyum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Laboratoriusýningar og -venjingar. Kjak og framløgur, har dentur verður lagdur á metodur og teknikkir. Studentarnir fáa útflýggja vegleiðingar og mannagongdir, sum eru á yrkisligum støði. Studentarnir skulu sjálvir vera førir fyri at gera neyðugar útrokningar, buffarar, upploysingar og annað, sum krevst til royndirnar. Til summar av royndunum, kann roknast við longum arbeiðsdøgum (10 tímar ella meira). Fleiri uppgávur verða loystar samstundis, anti av ymiskum studentum, ella av bólkum. Alla partar av skeiðinum eru kravdir.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið er studenturin førur fyri at: 1. Gera analysur av einum proteinprøva við SDS-PAGE og at silvurlita gelina. 2. Standa fyri og gera kanningar við Western blotting og at analysera proteinið, sum kemur fram, og at kunna greiða frá avmarkingum og styrkjum við Western blotting kanningum. 3. Leggja til rættis og gera immunoprecipitation kanningar og kombinera hesar við SDS-PAGE og Western blotting og kunna greiða frá avmarkingum og styrkjum við immunoprecipitation kanningum. 4. Greiða frá grundarlagnum, sum flow cytometry byggir á, og styrkjum og veikleikum, sum metodan hevur. 5. Greiða frá grundarlagnum, sum histokemi byggir á, og sjálvur gera histokemiskar kanningar av vevnaði. 6. Lýsa hvussu andevni kunnu nýtast sum molekyleramboð á ymiskum økjum, og hvørjar styrkir og avmarkingar eru. 7. Lýsa grundarlagið, sum massa spektrometri byggir á, geva nakrar grundleggjandi tulkingar av massaspektra við óskalaðum jonum og av fragmentspektra (MS/MS), lika mikið um spektrini eru av peptidum/proteinum ella stava frá smærri molekylum. 8. Greiða frá grundarlagnum, sum málrættað massaspektrometri byggir á, og hvussu nøgdarmátingar kunnu gerast við einum massaspektrometri. 9. Greiða frá og kunna samanbera nakrar vanligar teknikkir, sum verða nýttir, tá prøvar skulu gerast klári (upploystir- og fastir úrdráttir, QuEChERS). 10. Greiða frá, gera og analysera kvantitativ PCR. 11. Greiða frá og kunna gera øll trinini í stórskala (NGS) 16S metagenom sekvensering. 12. Greiða frá mannagongdini, hvussu “library” verður gjørt í genomiskari stórskalasekvensering. 13. Greiða frá og diskutera nakrar arbeiðshættir, sum einans verða gjøgnumgingnir við fyrilestrum, eitt nú NMR, elektrónmikroskopi, siRNA. 14. At seta spurningar og finna fram til royndaruppsetingar, sum kunnu fáa greiðu á hesum spurningunum, ella við øðrum orðum, at kasta ljós á ein trupulleika og so gera royndirnar.
Próvtøkuháttur
Sameining av: 1) Aktiv luttøka undir skeiðnum. 2) Góðkenning av skrivligum rapportum, har høvuðsdentur verður lagdur á metoduna. 3) Kravdum framløgum, har høvuðsdentur verður lagdur á metoduna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum er: Fyrilestrarnir, útflýggjað tilfar og royndarvegleiðingar.
Ábyrgd
Svein-Ole Mikalsen