3813.16 - Human Fysiologi


Skeiðsnummar
3813.16
Heiti
Human Fysiologi
ECTS
7,5
Fortreytir
Til stakgreinslesandi krevst fakið “lívevnafrøði”
Endamál
Skeiðið skal veita teim lesandi eitt yvirlit yvir mannakroppin – hvussu hann er bygdur og hvussu hann virkar á kyknu‐, vevnaðar‐ og organniveau og geva teimum kesandi kunnleika um tær fysiologisku reguleringsmekanismurnar, ið stýra kroppinum.
Innihald
Yvirlit yvir bygnaðir og funktiónir í teim ymsu organunum og organskipanunum. Lýsa fysiologiskar reguleringsmekanismur. Loysa einklar uppgávur og/ella kunna greiða frá gongdini í eini fysiologiskari prosess (t.d. tekning í lærubók ella vísindaligari grein).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o Greiða frá, hvussu mannakroppurin er skipaður í gøgn, vevnað, veskufasur og kyknur, umframt hvussu kropsjavnvágin (homeostasan verður stýrd) o Greitt umrøða uppbygnaðin og virkni av ymiskum sløgum av nervakyknum, og greina samskiftið ímillum nervakyknur (hvíldarmembran potentialið, aktións potentialið), umframt duga at brúka skikkanadi roknihættir í hesum sambandið (t.d. Nernst og Goldman-Hodgkin- Kaz). o Umrøða og greina elektriskar og evnafrøðisligar synapsur, umframt duga at greiða frá ymiskum transmittaraevnum og teirra virkni. o Greiða uppbygnaðinum á nervaskipanini, og greina uppbygnað og virkni á ymisku pørtunum á nervaskipanini. o Skilvíst umrøða ymisk sløg av reseptorum og greina teirra virkni og samskiftið við aðrar kyknur. o Siga nágreiniliga frá um sansaskipanini hjá menniskjanum og frá ymiskum sløgum av sansum. o Greiða frá uppbygnaðinum av ymiskum sløgum av vøddum, hvussu teir verða gjørdir virknir, og greina tær evnafrøðisligu prosessir, ið gera seg galdandi, tá vøddi arbeiðir. o Røða um rørsluskipan menniskjans, og hvørjir fysiologiskir tættir avgera arbeiðsavrik hjá beinagrindsvøddum. o Nýta kunnleika um lungaskipanina hjá menniskjum, greiða frá uppbygnaði og virkni, umframt greina hvussu andadrátturin verður stýrdur. o Duga at fremja einklar útrokningar av respiratiónsmátum, greina respiratiónsdata frá arbeiðstest, og meta um fysiologiska týdningin av hesum. o Greiða neyt frá, hvussu andadrátturin verður stýrdur í hvíld og í arbeiði, og hvussu andradrátturin ávrikar syru-basu støðuna í kroppinum. o Siga nágreiniliga frá uppbygdaðinum av hjartanum, blóðinum og blóðrenslinum. o Greiða frá, hvussu hjartað og blóðrenslið virkar, og frá sereyðkennum hjá ymsikum æðrasløgum. Greið eisini frá, hvussu blóðið er samansett og frá virkaðinum á ymiskum blóðkyknum. o Røða greidliga frá, hvussu hjartað og blóðrenslið verða stýrd, og met um sjúku og heilsu hjá hjarta-kar skipanini. o Vísa í verki útrokningar av blóðrensltættum í hvíld og í arbeiði. o Greiða frá, hvussu nýruni eru uppbygd og sig neyv frá, hvussu tey virka. Vísa nýrafunkton við einkultum roknidømum. o Lýsa og greina, hvussu jón og vatn javnvágin verður stýrd. o Greiða frá, hvussu sodningsskipanin er uppbygd og virkar, og frá sereyðkennum hjá ymsiku pørtunum á sodningarskipanini. Greið eisini frá, hvussu kolvæta, feitt og protein verða sodnaði og upptikin. o Greina hvussu sodningin hjá menniskjum er stýrd og greið neyvt frá evnisskiftinum hjá menniskjanum har ymisku evnisskiftisprossessirnar verða lýstar. o Sig frá hormonskipanini, herundir frá ymiskum endokrinum kertlum, hjá menniskjanum við støði í virkisháttinum og stýringini av ymiskum hormonum. o Greiða frá, hvussu hjartað og blóðrenslið virkar, og frá sereyðkennum hjá ymsikum æðrasløgum. Greið eisini frá, hvussu blóðið er samansett og frá virkaðinum á ymiskum blóðkyknum. o Greiða frá, kynskyknuframleiðslu- og kyknudeilingsprosessunum, og hvussu hesar verða stýrdar. Lýs uppbygnaðin á mannligu og kvunnuligu kynsgøgnunum og teimum ymisku kyknusløgunum, herundir hvussu kynsgøgnini virka og hvussu tey verða stýrd. o Greina stýringina av sáðframleiðsluna hjá monnum og menstrutións syklus hjá kvinnuni. o Lýsa neyvt immunskipanina hjá menniskjanum, og hvussu hon virkar. Greiða frá ymiskum immunkyknum og frá teirra virkni. Greina stýringina av ymiskum immunvirknisprocessum við støði í ymiksum sjúkum. o Greiða stutt frá, hvussu mannakroppurin er mentur til kropsligt arbeiði, og hvussu kroppurin svarar til kropsliga venjing.
Próvtøkuháttur
4 tímars skrivlig roynd. Ongi hjálpiamboð eru loyvd, tó er NVD telda tøksum skriviamboð.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Vander's Human Physiology: The Mechanisms of Body Function. Eric P. Widmaier, Hershel Raff, Kevin T. Strang. (2010) 12 edition. McGraw‐Hill Higher Education. ISBN‐13: 978‐0077131579. Vísindaliga original greinar.
Ábyrgd
Magni Mohr