3101.15 - Jørð, hav og luft


Skeiðsnummar
3101.15
Heiti
Jørð, hav og luft
ECTS
7,5
Fortreytir
A-støddfrøði, B-alisfrøði og C-evnafrøði
Endamál
At geva studentunum eina innleiðslu til fysiska umhvørvið á gongustjørnuni Jørðini frá einum breiðum náttúruvísindaligum sjónarhorni. Hetta verður gjørt við støði í trimum grundleggjandi ástøðum, jarðfrøði, havfrøði og veðurlæru. Umhvørvið verður henda hátt lýst fysiskt, og viðurskifti, háttaløg og máttir verða viðgjørd bæði fyri føstu, innaru jørðina, lofthavið og havið. Støði verður tikið í Føroyska nærumhvørvinum og studentarnir skulu eisini á fakligar túrar við Magnusi Heinasini og á ferð at hyggja at Føroysku Jarðfrøðini.
Innihald
Partur 1: Jarðfrøði Steinsløg, grótsløg, gosgryti, grundvatn, Føroya jarðfrøði, syllar, fláasløg, gongir og legugrýti, vatn og grundvatn Partur 2: Havfrøði Sjógvur, ljós og ljóð í sjógvi, aldur, streymur, blanding, sjóvarfallið, rákið í heimshøvunum, høvini uttan um Føroyar, føroysku havleiðirnar, Landgrunnurin og firðir Partur 3: Veðurlæra Høvuðsfokus er at skilja lágtrýstini, sum ferðast fram við Føroyum. Sambandið við jetvindin í erva (5-10 km hædd), og hvussu hetta sterka rák bæði ger og flytur lágtrýstini. Lyklaorð: Lofthavið, vætan í luftini, lufttrýst og vindar, veðurskipanir og klima-vísitøl sum NAO og ENSO.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávuloysing og kanningarferðir og innlating av skrivligum uppgávum
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin o greiða frá og lýsa grundleggjandi eginleikar hjá grót- og steinsløgum o lýsa sereyðkenni hjá steinsløgum og grótsløgum í føroysku fláarøðini o greiða frá Føroya jarðfrøði, fláarøðini, grót og steinsløgum o greiða frá um vatnringrásina og um grundvatni o greiða frá grundleggjandi eginleikunum hjá sjógvi og lýsa stabilitet og lagdeiling o greiða frá sjóvarfalli og sjóvarfallskreftunum o greiða frá stórskala vinddrivna rákinum og termohalina rákinum o greiða frá sjógvi og rákið í føroyskum øki og lýsa rákið á Landgrunninum og firðum o greiða frá hita, vætu, trýsti, og stabiliteti í luftsúluni, og lýsa sambandið við skýgerð og sløg av skýggjum o greiða frá strálingsbalansu og høvuðsbygnaðinum í lofthavinum og í globalu luftsirkulasjónini. o Lýsa pólfrontin og sambandið við jetvindin í erva o greiða frá gerð og útbreiðslu av lágtrýstunum
Próvtøkuháttur
Innlating av 3 skrivligum uppgávum, ið samlað telja 1/3 (33%) av endaliga próvtalinum. Skrivlig próvtøka (4 tímar), ið telur 2/3 (67%) av samlaða próvtalinum. Eingi hjálpiamboð eru loyvd.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Earth Science (Tarbuck, Lutgens and Tara, 2011) Kapitlar: 2,3,5,9,16,17,18 og 19 Føroya Jarðfrøði (J. Rasmussen, 2005) Havið (B. Hansen, 2000) Veðurlæra (H. Kjølbro)
Ábyrgd
Uni Egholm Árting