3512.16 - Almenn og ólívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3512.16
Heiti
Almenn og ólívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
B-stig í stødd-, alis- og evnafrøði
Endamál
At geva teimum lesandi mentalan førleika at gera evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Støkiometri. Grundleggjandi thermodynamikkur. Elektrokemi. Javnvágir. Bindingarteori. Colligativir eginleikar. Kinetikkur. Krystalgittar. Elektroniskar konfiguratiónir í atomum. Kemiskar bindingar. Ólívrunnin evnafrøði
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og starvstovuvenjingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o nýta nomnan kunnleika um ideal- og ikki-ideal-gasslógirnar o loysa trupulleikar og uppgávur í samband við orkubroytingar i evnafrøðiligum tilgongdum o greiða nágreiniliga frá og nýta thermodynamisku lógirnar o lýsa og greiða frá skeiðbundnu skipanini og elektron-strukturinum í atomunum o lýsa týdningarmestu evnafrøðiligu eginleikarnar hjá grundevnunum í skeiðbundnu skipanini o greiða frá ymsu formunum av intra- og intermýlskum evnafrøðiligum bindingum o røða um og skilja millum ymsar krystallstrukturar o meistra útrokningar í samband við ymisk konsentratiónshugtøk o siga nágreiniliga frá um colligativar eginleikar so sum damptrýstlækking, kókipunktshækking, frystipunktslækking og osmotiskt trýst o loysa ymsar uppgávur í samband við evnafrøðiligan kinetikk og evnafrøðiliga javnvág o nágreiniliga nýta nomna speki um sýrur, basur, sýru-basu-javnvág og upploysingarjavnvág o loysa grundleggjandi elektrokemiskar uppgávur o lýsa stutt eginleikarnar hjá porphyrin í hemoglobin og cisplatin i livandi verum o greiða frá náttúrligum radioaktiviteti og tíðarfesting grundað á umgerð av radioaktivum isotopum
Próvtøkuháttur
Kravd skrivlig avrik skulu vera innlatin rættstundis, eftirmett og góðkend fyri at sleppa til próvtøku. Við undantak av Setursteldum, so eru øll hjálparamboð loyvd, t. d.egin telda, bøkur, uppgávur, veningarfrásagnir, notur. Teldur Fróðskaparsetursins eru bannaðar. Áður góðtikin skrivlig avrik kunnu nýtast til endurroynd. Ein 4 tíma roynd. Próvúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Endaliga próvtalið er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakterinum (75%) og miðalkarakterinum av innlatnum uppgávum (25).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Raymond Chang: General Chemistry The Essential Concepts 6. Edition (2011). ISBN 978-007-131368-1, pp.779 Preben Hartmann-Petersen: Almen, uorganisk og organisk kemi. 7. útgáva (1999). ISBN 87-502-0963-9, pp 396 (ljóstak verða handað) Starvsstovuvegleiðingar verða útflýggjaðar.
Ábyrgd
Hóraldur Joensen