3528.18 - Feltskeið í vistfrøði


Skeiðsnummar
3528.18
Heiti
Feltskeið í vistfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
B. Sc. í lívfrøði fram til 6. semestur
Endamál
At læra hvussu lívfrøðiligt og evnafrøðiligt tilfar verður savnað í náttúruni, konserverað og vísindaliga kannað. At geva eina grundleggjandi vitan um útbreiðsluna av ymsum djóum og plantum og ávirkan frá faktorum í umhvørvinum, ið hava týdning fyri nøgd og útbreiðslu. At geva eina vistfrøðiliga fatan av náttúrini og at læra, hvussu frágreiðingar av tí innsavnaða tilfarinum verða gjørdar.
Innihald
Í vatni og sjógvi: Djórlívið í eini á. Kannað verður, hvussu tað broytist lívfrøðiliga oman gjøgnum ánna og hvussu viðurskifti í umhvørvinum ávirka broytingarnar. Botndjór og –plantur í einum føroyskum firði verða innsavnað, navngreina og kannað fyri nøgdir og útbreiðslu í mun til umhvørvið. Uppi í sjónum í einum føroyskum firði verða kanningar gjørdar av fysiskum parametrum, tøðevnum, oxygeni, gróðri, plantuplankton og djóraplankton. Ein heildarlýsing verður gjørd av plankton og parametrum í umhvørvinum, sum ávirka nøgdir, útbreiðslu, vøkstur og flutning. Á landi: Av tí at neyðugt verður at laga seg eftir veðrinum, verða nakrar hóskandi venjingar valdar tað vikuna hesin partur av skeiðinum er.
Læru- og undirvísingarhættir
Venjingar og skriva frágreiðingar
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið, megnar studenturin at: 1. Fylgja royndum mannagongdum og duga at finna aftur støðir ið verða nýttar til sýnistøku ár eftir ár. Samstundis lærir studenturin at taka sýnir á ymsu støðunum, og at skilja týdningin av hesi mannagongd. 2. Gera eina habitat lýsing av kanningar økinum sum heild og ávísu kanningar støðunum. 3. Greina hvørji sløg av djórum verða funnin, seta saman ein lista yvir hesi sløg og gera biodiversitets samanberingar millum ymsu kanningarstøðirnar. 4. Lýsa uppbygnaðin av einum firði, og hvønn týdning hesin hevur fyri lívfrøðina í firðinum. 5. Finna Secchidýpi og gera mátingar av oxygeni, hita, dýpi, salt og fluorescensi við tólum sum eini CTD (conductivity, temperature, depth). 6. Gera kanningar av fytoplankton biomassa við at nýta sambandið millum fluorescens og klorofyl a. 7. Samlað plantu- og djóraplankton, og kanna tað á starvstovu við hóskanadi amboðum. 8. Kanna slag og nøgd av nutrientum í sjógv prøvum. 9. Kanna nøgd av lívrunnum og ólívrunnum tilfarið í sedimentfellum. (Veðrið avgerð hvørjar venjingar gjørdar verða, og harvið hvørjir av førleikunum 10-16 studentanir kunnu fáa) 10. Greina djóra- og plantulívið í ymiskum hæddum og økjum við hjálp av ymsari kanningarútgerð, so sum pit-fall fellum og plantukvadratum, og at samanbera úrslitini á ein vísindaligan hátt. 11. Gera plantu-, fugla- og smákyktalistar yvir eitt hóskandi økið við hjálp av sonevnum “litteratur lyklum”. 12. Kanna veðurlagið á einum heyggi ímóti øllum ættum niður í minstu lutir, og hvørja ávirkan hetta hevur á plantur og skordýr (mikroklima). 13. Kanna døgn rútmuna hjá bjargafugli, og hvørja ávirkan tað kann hava á fuglatalið til eina ávísa tíð (diurnal activity patterns). 14. Kanna smákykt í moldini við t.d. Berlese-fellum. 15. Skilja betur okkara ávirkan á náttúruna við at kanna nøgd av flatmaðki, og lutfallið millum tal av reyð- og flatmaðki í einum hóskandi kanningarøki. 16. Skilja hvussu ymsir partar av náttúruni kunnu ávirka æðrar partar og hvussu náttúran hongur saman sum ein eind.
Próvtøkuháttur
Góðkenning av frágreiðingum. Staðið/ikki staðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Bøkur og annað undirvísingar tilfarð, ið næmingarnir fáa frá ymsu undirvísarunum
Ábyrgd
Jóhannis Danielsen