3570.16 - Rannsóknarætlan og datagreining


Skeiðsnummar
3570.16
Heiti
Rannsóknarætlan og datagreining
ECTS
7,5
Fortreytir
Grundleggjandi hagfrøði á 3-4 ECTS
Endamál
At geva teimum lesandi hagfrøðilig amboð til datagreining og greitt innlit í nýtslu av teimum. Geva teimum vitan um týdningin av eini góðari rannsóknarætlan, og at vísa studentunum á leiðina frá rannsóknarætlan til datagreining.
Innihald
At orða hypotesur. Innsavnan av data. Tilvild. Ymisk snið á royndum. Statistisk styrki. Mátingar. Etikkur. Sannlíkindi. Variablar. Konfidensintervall. P-virði. Statistiskar testir. Model. Variansanalysa. Telduforritið R.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, vegleiðing, seminar (fakligir kjakfundir) og bólkaverkætlan
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o Greiða frá týdninginum av at gera eina rannsóknarætlan o Greiða frá týdningunum av tilvild og endurtøkum av royndum, tá ið data verður innheintað, og at greiða frá hvussu hetta kann ávirka hvørji hagfrøðislig amboð eru tøk o Leggja ætlanir fyri einfaldar kanningar o Orða týðiligar hypotesur, ið eru gjørligar at kanna o Leggja eina ætlan fyri hvussu innheintað data verða goymd o Greiða frá møguligum etiskum trupulleikunum, ið kunnu standast av eini kanning o Umtala skilvíst ymisk rannsóknarsnið o Gera eina forkanning, grundaða á egna rannsóknarætlan o Eftirmeta rannsóknarætlan og forkanning o Broyta og betra rannsóknarætlan eftir eftirmeting av forkanning o Loysa grundleggjandi hagfrøðisligar uppgávur í telduforritinum R o Finna fram statistiska styrki í statistiskum testum o Finna konfidensintervall fyri miðaltøl og brot, umframt munir ímillum miðaltøl og brotpartar o Brúka t-testir og aðrar grundleggjandi testir í hagfrøði o Tulka p-virði, og koma fram til rætta niðurstøðu
Próvtøkuháttur
Metingin av úrslitunum hjá teimum lesandi á skeiðinum verður gjørd eftir hesum leisti: Skrivlig roynd, 50 % Verkætlan, 50 % Bæði verkætlanin og skrivliga royndin skulu vera góðkendar fyri at standa skeiðið. Verkætlanin verður gjørd í bólkum á 3-4 fólk. Í verkætlanini eru tvær uppgávur, tvey seminar og ein framløga. Báðar uppgávurnar skulu vera góðkendar, fyri at fáa skeiðið góðkent. Tey lesandi skulu aktivt luttaka á báðum seminarunum, umframt til framløguna. Fyri verkætlanina verða 3 prógvtøl givin, og vektirnar á hesum eru soleiðis: Uppgáva í Rannsóknarætlan, 40 % Uppgáva í dataanalysu, 40 % Framløga av verkætlan, 20 %
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Experimental Design for the Life Sciences, Graeme Ruxton, OUP Oxford, 3’rd edition, (2010), ISBN: 9780199569120, pp. 200. Intuitive Biostatistics - a nonmathematical guide to statistical thinking, Harvet Motulsky, OUP USA, 3’rd edition, (2013), ISBN: 9780199946648, pp. 576.
Ábyrgd
Hóraldur Joensen