Skriva út

KUNNINGARSKRIV

Um lesandi ikki megnar at lata YRV-verkætlanina í 2021 inn til ásettu tíðina, er mannagongdin henda:

Tann lesandi skal boða vegleiðara sínum frá hesi avgerð í seinasta lagi fríggjadagin 28/5-2021 kl. 12.00

Avtala verður síðani gjørd við vegleiðara um nær tann lesandi skal lata YRV-verkætlanina úr hendi.

Trý eintøk skulu handast skrivstovuni í pappírsformi, og eitt talgilt eintak, alt savnað í eitt pdf.-skjal, skal somuleiðis latast inn á serstakari stevnu á Moodle og sendast til skrivstovuna á Námsvísindadeildini: nad@setur.fo

Stað og klokkutíð verða kunngjørd seinni.

Tann lesandi hevur rætt til at varðveita sama evni og sama spurdóm, sum hann/hon hevur arbeitt við í vár.

Tann lesandi hevur ikki rætt til munnliga vegleiðing í sambandi við freistaðu uppgávuna.

Um aðrar umstøður gera seg galdandi er møguligt at fáa samrøðu við lestrarvegleiðaran Paulinu Poulsen:

paulinap@setur.fo

Tlf: 299414