Skriva út

KUNNINGARSKRIV

Um lesandi ikki megnar at lata BEd - verkætlanina í 2019 inn til ásettu tíðina, er mannagongdin henda:

  • Tann lesandi skal boða vegleiðarum sínum og Paulinu Poulsen, lestrarvegleiðara, frá hesi avgerð í seinasta lagi fríggjadagin 24/5 kl. 12.00. Paulina Poulsen hevur teldupostadr.: paulinap@setur.fo

  • Avtala verður gjørd við vegleiðara um nær tann lesandi skal lata YRV-verkætlanina úr hendi.

    Trý eintøk skulu handast skrivstovuni í pappírsformi, og eitt talgilt eintak, alt savnað í eitt pdf.-skjal, skal somuleiðis latast inn á serstakari stevnu á Moodle.

  • Stað og klokkutíð verða kunngjørd seinni.

  • Tann lesandi hevur rætt at varðveita sama evni og sama spurdóm, sum hann/hon hevur arbeitt við í vár.

  • Tann lesandi hevur ikki rætt til munnliga vegleiðing í sambandi við freistaðu uppgávuna.