Skriva út

KUNNINGARSKRIV

Um lesandi ikki stendur YRV-próvtøkuna í 2021 er mannagongdin hendan:

Um tann lesandi ikki stendur YRV-verkætlanina kann tann lesandi fara til endurpróvtøku

Lesandi skal í samráð við vegleiðaran leggja ætlan fyri vegleiðing og endurpróvtøku, og stað og klokkutíð verða ásett.

Tann lesandi hevur rætt til tvær munnligar vegleiðingar.

Tann lesandi hevur rætt til at varðveita sama evni og sama spurdóm, sum hann/hon hevur arbeitt við í vár.

Í summum førum kann vera neyðugt við einum nýggjum vegleiðara.

Trý eintøk skulu handast skrivstovuni í pappírsformi, og eitt talgilt eintak, alt savnað í eitt pdf.-skjal, skal somuleiðis latast inn á serstakari stevnu á Moodle og sendast til skrivstovuna nad@setur.fo

Um aðrar umstøður gera seg galdandi er møguligt at fáa samrøðu við lestrarvegleiðaran Paulinu Poulsen: paulinap@setur.fo