7521.10 - Heilsa, matur og mentan


Skeiðsnummar
7521.10
Heiti
Heilsa, matur og mentan
ECTS
8
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu: • Fáa hollan kunnleika til mat og ymiskar matmentanir. • Fáa grundleggjandi vitan um føðslu og føðsluvirði. • Duga at skyna millum heilsufremjandi kost og annan kost. • Gerast tilvitað um sambandið millum matgerð og reinføri. • Ogna sær neyðugan førleika at matgera lættar og heilsufremjandi máltíðir á t.d. vøggustovu, barnagarði og stovnsøkinum.
Innihald
Skeiðið er skift sundur í 8 sjálvstøðugar og tó samfastar eindir. (1) Orkugevandi evni (feitt, eggjahvítaevni, kolvæta) (2) Vitaminir og mineralir (3) Lívsstílssjúkur – vansar og fyribirging (4) Kostráð og heilsuætlan – m.a. NNA (Nordiske næringsstofanbefalinger) (5) Frískar og góðar rávørur (6) Matgerð og amboð (7) Matgerð og reinføri (8) At keypa matvørur (9) Matmentan
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin er tvíbýtt. Tá ið skeiðið er runnið, skulu tey lesandi skriva eina uppgávu. Harumframt skulu tey lesandi upp í eini verkligari roynd. (Próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali). Eftirmetingarúrslit: Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri uppgávuna og verkligu royndina. Fyri at standa royndina skulu báðir partar verða góðtiknir. Tá ið mett verður um ritroyndina, verður hugt at: • Um tey lesandi megna at draga ástøði og hugtøk um heilsu og heilsufremjandi kost inn í uppgávusvarið. • Um tey lesandi eru før fyri at gera eina matskrá, ið hóskar til ein útvaldan málbólk. T.d. vøggustovubørn, barnagarðsbørn og fólk, ið búgva í sambýli ella á bústovni. • Um tey lesandi hava skrivað ein samanhangandi tekst, har tey nýta greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting. • Um tey lesandi hava nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina. Tá ið mett verður um verkligu royndina, verður hugt at: • Um tann lesandi er førur fyri at nýta tey amboð, ið eru til taks í einum vanligum køki. • Um tann lesandi er mentur at matgera og búgva tann mat til, ið hann hevur lýst og viðmælt í síni matskrá.