7522.10 - Spæl og læring


Skeiðsnummar
7522.10
Heiti
Spæl og læring
ECTS
8
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu: • Gerast tilvitað um sambandið millum spæl og læring. • Ogna sær vitan um læru- og spælitilgongdir, ið eru miðdepils á ítróttar- og rørsluøkinum. • Fáa førleika at nýta grundleggjandi amboð, ið eru partur av ítróttar- og rørslufakinum. • Gerast før fyri at leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og skjalprógva eina læru- og spælitilgongd, ið hevur til endamáls at menna heilsustøðuna og/ella rørsluførleikan hjá einum ávísum málbólki. • Megna at leggja virksemi til rættis, ið bæði mennir heilsustøðu, sosiala førleikan og dagliga trivnaðin hjá einum útvaldum málbólki.
Innihald
Skeiðið er skift sundur í 8 partar. (1) Búningarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn búnast, mennast og vaksa). (2) Spæliástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hví børn spæla, og hvussu spæl ávirkar likamligu menningina og sosiala førleikan hjá barninum). (3) Læringsástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá sambandinum millum spæl og læring). (4) Spælimøguleikar – nær, hvar og hvussu? (5) Ymisk spøl (Útispøl, bóltspøl, sang- rørsluspøl, sansaspøl, spøl, ið stimbra grovmotorikkin, spøl, ið stimbra fínmotorikkin, at spæla í vatni, at spæla í bøi, haga og fjøru, spælihjólið. Osfr..) (6) Motoriskar kanningar og testir (7) Upphiting (8) Rættar arbeiðsstøður
Próvtøkuháttur
Próvtøkan/eftirmetingin er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. (Próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali). Eftirmetingarúrslit: Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri próvtøkuuppgávuna og verkligu royndina. Fyri at standa royndina skulu báðir partar verða góðtiknir. Tá ið mett verður um próvtøkuuppgávuna verður hugt at: • Um tey lesandi megna at draga ástøði, hugtøk og sjónarmið um læring, spæl, ítrótt, heilsu og rørslu inn í uppgávusvarið. • Um tey lesandi eru før fyri at leggja eina didaktiska ætlan, ið hevur til endamáls at menna t.d. motoriska førleikan, ítróttaliga førleikan, heilsustøðuna og heilsutilvitskuna hjá einum útvaldum málbólki. • Um tey lesandi hava skrivað ein samanhangandi tekst, har tey nýta greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting. • Um tey lesandi hava nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina. Tá ið mett verður um verkligu royndina, verður hugt at: • Um tann lesandi er førur fyri at nýta tey amboð, ið vanliga verða nýtt í ítróttar-, spæli- og heilsutiltøkum. • Um tann lesandi er mentur at seta í verk ta didaktisku ætlan, ið hann hevur lýst og talað fyri í ástøðiliga partinum.