7523.10 - Børn og rørsla


Skeiðsnummar
7523.10
Heiti
Børn og rørsla
ECTS
9
Endamál
Skeiðið er skift sundur í tveir sjálvstøðugar og tó samfastar partar – ein ástøðiligan part og ein praktiskan/didaktiskan part. Endamálið við ástøðiliga partinum er, at tey lesandi skulu: • verða før fyri at grunda yvir grundleggjandi spurningar, ið snúgva seg hvønn týdning heilsa og ítrótt hava í nútíðarsamfelagnum • fáa holla vitan um frálæru í grundvenjing og grundleggjandi motoriskum hegni Endamálið við praktiska/didaktiska partinum er, at tey lesandi skulu: • duga at nýta bóltspøl at stuðla upp undir heilsu, sosiala læring og samstarv • verða før fyri at nýta stóru amboðini í eini fimleikarhøll/ítróttarhøll • megna at leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og broyta venjingar (tiltøk, skeið, ítróttardagar o.a.) í mun til ein ávísan málbólk
Innihald
Í tí ástøðiliga partinum verður arbeitt við: • Vødda-, venjingar- og rørslulæru • Fiti – serliga børnum, ið viga ov nógv • Ítróttarbarnagørðum • Motoriska umhvørvinum á stovnum Í verkliga partinum verður arbeitt við: • Grundleggjandi rørsluførleikum (renna, hoppa, ganga, sveiggja, bólta rút, klatra. Osfr..) • Frælsari ítrótt - sæð við barnaeygum (lop og køst) • Amboðsfimleiki (amboðsbreytir og rørslubreytir) • Ítrótt fyri brekað • Smáspølum við bólti • Rørsluumhvørvi og tess møguleikum í samband við stovn/ vøggustovu/ barnagarð
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu skriva eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu. Uppgávan er sett saman av einum ástøðiligum og einum praktiskum/didaktiskum parti. (Formligu krøvini, ið sett verða til uppgávuna, verða lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali). Tey lesandi velja sjálv evni og spurdóm. Tað er tó ein treyt, at evnið sampakkar við tey temu, ið eru viðgjørd hetta skeiðið. Lærararnir góðkenna evnið og spurdómin. Uppgávan kann skrivast annaðhvørt í bólki ella einsæris. Eftirmetingarúrslit: Tey lesandi fáa próvtal fyri avrikið.