7524.11 - Heilsa á barnagørðum og stovnum


Skeiðsnummar
7524.11
Heiti
Heilsa á barnagørðum og stovnum
ECTS
9
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu:  Fáa hollan kunnleika til kostráðini, ið Fólkaheilsuráðið hevur almammakunngjørt.  Megna at breiða út sunnar kostvanar til (1) børn og til búfólk á stovni og (2) tey, sum vara av børnum og búfólkunum  Kunna leggja til rættis, fremja í verki og eftirmeta tiltøk, ið hava til endamála at gera heilsugóðar máltíðir á stovsøkinum
Innihald
Skeiðið er skift sundur í 9 sjálvstøðugar og tó samfastar eindir. 1) Matur og máltíðir 2) Matmentan 3) Kostráð 4) Matvørukunnleiki 5) Merking av matvørum 6) Heilsupolitikkar 7) Tiltøk og “formidling” 8) Heilsuátøk 9) Sapere (sansir)
Próvtøkuháttur
Tá ið skeiðið er runnið, skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu. (Próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali). Uppgávan kann skrivast einsæris ella í bólki, og hon skal verjast munnliga Eftirmetingarúrslit: Vit nýta uttanhýsis próvdómara. Tey lesandi fáa próvtal fyri uppgávuna. Tá ið mett verður um spurdómsstýrdu uppgávuna og framløguna verður hugt at: • Um tey lesandi megna at draga ástøði og hugtøk um heilsu og heilsufremjandi kost inn í uppgávusvarið. • Um tey lesandi eru før fyri at leggja til rættis heilsuátøk á barnagarði ella stovni. • Um tey lesandi hava skrivað ein samanhangandi tekst, har tey nýta greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting. • Um tey lesandi hava nýtt vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipanina.