7931.11 - Starvslærufyrireiking og starvslæra


Skeiðsnummar
7931.11
Heiti
Starvslærufyrireiking og starvslæra
ECTS
11
Endamál
Endamálið við starvslæruni er fýrabýtt: • Tey lesandi skulu eygleiða (1) heilsustøðuna og heilsuvanarnar bæði hjá einum ávísum málbólki og hjá einstaka liminum í hesum málbólki og/ella (2) sansaligu- og motorisku førleikarnar hjá bæði einum ávísum málbólki og einstaka liminum í hesum málbólki. • Tey lesandi skulu leggja eina vælgrundaða verkætlan/lærutilgongd til rættis, ið hevur til endamáls at menna (1) heilsustøðuna og heilsuvanarnar og/ella (2) sansaligu og motorisku førleikarnar hjá tí málbólki, ið tey hava eygleitt. • Tey lesandi skulu royna verkætlanina/lærutilgongdina í verki. • Tey lesandi skulu gera eina lítla empiriska kanning, ið varpar ljós á annaðhvørt heilsustøðu, heilsuvanar, matvanar ella motoriskar førleikar hjá málbólkinum.
Innihald
Tey lesandi hava námsháttarfrælsi. Hetta merkir, at tey lesandi í neyvum samstarvi við starvslæruplássi gera av, hvussu tey leggja starvslæruna til rættis, hvussu tey fara til verka, hvussu tey eftirmeta ymisku tiltøkini, og hvussu tey skjalfesta úrslitið. Mælt verður tó til, at tey lesandi taka støði í evnum, temum og tættum, ið tey hava hugsavnað seg um í linjulestrinum. Viðkomandi evni eru m.a.: • Eygleiðing sum pedagogiskt háttalag • Didaktiskir fyrireikingar- og eftirmetingarfrymlar • Javnvágssansurin, vødda/liðasansurin og húðsansurin • Innispøl við og uttan amboð • Amboðsbreytir • Rørslusangir og drama • Skattajaktir/kunningarrenningar • SAPRE-háttalagið
Próvtøkuháttur
Tá ið starvslæran er lokin, skulu tey lesandi skriva eina starvslærufrágreiðing, ið tekur saman um starvslæruskeiðið. Frágreiðingin skal leggjast fram munnliga. (Tey krøv, ið verða sett til starvslærufrágreiðingina og munnligu framløguna, verða lýst nærri í sjálvstøðugum skjali). Eftirmetingarúrslit Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri avrikið.