7631.19 - Kreativ námsfrøði 2


Skeiðsnummar
7631.19
Heiti
Kreativ námsfrøði 2
ECTS
15
Fortreytir
Hava staðið Kreativ námsfrøði, modul 1
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu royna í verki, at meta um, fyrireika og seta í verk málrættað kreativt virksemi fyri útvaldan málbólk á námsfrøðiliga økinum, har bygt verður á ástøðiliga vitan og grundgevingar. Tey skula víðka sítt innlit í tann partin av arbeiðsøkinum hjá námsfrøðingum, sum snýr seg um mennandi virksemi fyri ymsu málbólkarnar á námsfrøðiliga økinum.
Innihald
• Framhald av ástøði innan kreativt virksemi, við atliti til starvslæru • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta starvslæru • Ítøkiligt kreativt virksemi í starvslæru saman við børnum / brúkarum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, starvslæra, munnligar og skrivligar uppgávur, framløgur, vegleiðing og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Nýta ástøði á hægri stigi innan estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet og skapandi virksemi, til tess at fyrireika og grundgeva fyri virksemi. • Seta í verk skapandi arbeiði, sum stuðlar uppundir námsfrøðiligu stevnumiðini / námsætlan fyri dagstovnaøkið. • Greina, viðgera og samskifta um, hvussu kreativt virksemi kann stimbra menningina hjá einstaklingum og bólkum, við støði í starvslæru. • Arbeiða burðardygt í samband við kreativt, námsfrøðiligt virksemi.
Próvtøkuháttur
Spurdómsstýrd uppgáva og munnlig framløga. Skrivast kann í bólki v. Í mesta lagi 3 lesandi. Endurpróvtøka er skrivlig uppgáva og munnlig framløga, verður lýst nærri í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Framhald við grundbók. Aðrir tekstir verða lagdir á Moodle.
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali