Skriva út

B.Ed. í námsfrøðiligum arbeiði - Námsfrøðingur

Bachelor in Social Education - Pedagogue
  • Lestrartíð 4 ár
  • Deild Námsvísindadeildin (NÁD)
  • Tal á Lesandi Uml. 35
  • ECTS 240
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK / ETCS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi yrkisførleika til eftir lokna útbúgving at virka sum námsfrøðingur á barnaansingar-, frítíðar- og á serøkinum.

Bygnaður

1.árið

2.árið 3.árið 4.árið

Líváskoðan og siðalæra

5 ECTS

Serøkið

25 ECTS

1. linjuval

30 ECTS

2. linjuval

30 ECTS

Føroyskt

10 ECTS

 

 

 

Vísindaástøði

5 ECTS

Barna- og ungdómsmentan

5 ECTS

 

Starvslæra

15 ECTS

Námsfrøðilig sálarfrøði

10 ECTS

Námsfrøðiligt virksemi

10 ECTS

3. linjuval

30 ECTS

 

Námsfrøði og frálærufrøði 

15 ECTS

Málmenning og mentan.

10 ECTS

 

B.ED. ritgerðin

15 ECTS

Námsfrøði og frálærufrøði 

15 ECTS

Menniskja, stovnur og samfelag

10 ECTS

 

 


Skipan av útbúgvingini

Fyrstu tvey lestrarárini á útbúgvingini byrja við grundfakum. 3. og 4. lestrarárið er bygt upp við linjulestur, har tann lesandi skal lesa tríggjar linjur.  Møguleiki er at taka lesa eina linju uttanlands. Í seinnu helvt av 8. hálvu verður arbeitt við eini bachelorverkætlan.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum starvslæra á námsfrøðiligum stovnum.

1. lestrarár er skipað við undirvísing í grund-fakum, har ymisk vitanarøki innan menning, námsfrøði, námsfrøðiligari sálarfrøði og sosialisering í sambandi við børn og ung. Harumframt verður undirvíst í grundleggjandi føroyskum kunnleika.

2. lestrarár er savnað um ávís kjarnuøki. Fyrra hálvárið er savnað um serøkið, seinna hálvárið um skeiðini: 
   1) barna og ungdómsmentan,
   2) kreativt námsfrøðilig virksemi,
   3) málmenning og mentan og 
   4) menniskja, stovnur og samfelag.

3. og 4. lestrarár eru linjulestur, har tey lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska servitan innan ávís fakøki.

Tann lesandi skal  velja 3 av 6 møguligum linjum, sum eru:

  1. Sernámsfrøði
  2. Skúlabúgving/innskúling
  3. Heilsa, kroppur og rørsla
  4. Námsfrøðilig leiðsla
  5. Smábarnafrøði
  6. Estetiskar lærutilgongdir.

Á trimum av omanfyri nevndu linjunum, sernámsfrøði, skúlabúgving/innskúling og námsfrøðiligari leiðslu, er samlestur millum námsfrøðinga- og læraralesandi.

Innihald

Á grundskeiðunum  verður dentur lagdur á námsfrøðiligan, sálarfrøðiligan og almenndidaktiskan førleika, sum saman við einum kunnleika um sosialisering, gevur lesandi eina grundleggjandi fatan av námsfrøðiliga arbeiðinum. Tey lesandi skula læra at virka og samstarva um heildarmenning av menniskjanum.

Á linjulestrinum skal tann lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska servitan og førleika at skipa fyri námsfrøðiligum virksemi á høgum stigi á dag- og serstovnum.

Tá linjulestur er í 3. og 4. lestrarárinum, er tað møguligt hjá tí lesandi, at lesa ein part av lestrinum uttanlands.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum starvslæra á námsfrøðiligum stovnum.

Próvtøkur

Øll skeið enda við eftirmeting ella próvtøku. Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um eftirmetingar og próvtøkur eru við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara. Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, ella við próvtali eftir galdandi próvtalastiga.  Eftirmetingar og próvtøkur kunnu verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Nógvir fjølbroyttir starvsmøguleikar eru innan námsfrøðiliga øki, har nýggj vitan støðugt gevur nýggjar spennandi avbjóðingar. Sum námsfrøðingur kanst tú arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, ungdómshúsi, og á nógvum økjum innan serøkið.

Framhaldandi útbúgving

B.Ed.-lesturin gevur atgongd til master- og kandidatútbúgvingar innan námsfrøðiliga og didaktiska økið.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: paulinap@setur.fo, ella við at venda tær til Anniku Antoniussen, útbúgvingarleiðara, annikaa@setur.fo

Námsskipan
Meira
Skeiðslýsingar
Meira
Undirvísingarskrá 2017-2018
Meira