7202.11 - Serøkið II


Skeiðsnummar
7202.11
Heiti
Serøkið II
ECTS
15
Endamál
Í hesum skeiði fara tey lesandi at nema sær kunnleika um sernámsfrøðiliga arbeiðsøkið. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu megna, at knýta ástøði við praksis. Hetta skal gerast við støði í sernámsfrøðiligum ástøði- og tí sernámsfrøðiliga granskingarøkinum.
Innihald
Við støði í skeiðinum Serøkið I, fara tey lesandi í starvslæru í 6 vikur. Eftir starvslæruna skriva tey lesandi eina spurdómmstýrda uppgávu, sum er ástøðiliga grundað í fakøkjunum innan serøkið og í starvslæruni (uppgávan skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna).
Próvtøkuháttur
Próvtøkuuppgávan verður skrivað í bólki, og hon skal verjast munnliga. Spurdómsstýrda próvtøkuuppgávan verður mett eftir 13-stiganum. Vit nýta uttanhýsis próvdómarar. Tá ið mett verður um uppgávuna og munnligu framløguna verður hugt at: • hvussu tey lesandi megna at nýta viðkomandi sernámsfrøðilig ástøði, hugtøk og fyribrigdi, tá ið tey svara spurdóminum • hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman • hvussu tað hepnast teimum lesandi at skriva ein samanhangandi tekst • um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting • um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina.