7203.08 - Sálarfrøði fyri námsfrøðingar (1): Normaløki


Skeiðsnummar
7203.08
Heiti
Sálarfrøði fyri námsfrøðingar (1): Normaløki
ECTS
9
Endamál
Undirvísingin í sálarfrøði skal síggjast sum partur av undirvísingini í námsfrøði, almennari frálærufrøði og starvslæruni, ið fer fram í 2009 í vikunum 9-11 og 13-19. Høvuðsendamálið við skeiðnum í sálarfrøði er at leiða tey lesandi inn í útvaldar tættir í sálarfrøðiliga landslagnum. Hesir eru 1) holl vitan um hvussu børn búnast, mennast, læra, hugsa, samskifta osfr., skal styðja og vegleiða hin einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal leggja leggja til rættis, fremja og eftirmeta gott pedagogiskt arbeiðið á vøggustovum, barnagørðum, frítíðarskúlum o.l. stovnum innan ”normaløkið” 2) tilvitaðan um egnar persónligar styrkir og veikleikar fyri betri at kunna samskifta við børn, foreldur og avvarðandi eins og við starvsfelagar . Fyri at røkka hesum endamáli er tað ein treyt, at tann lesandi fær eina greiða fatan av: • Hvat sálarfrøði er • Hvørji granskingarøki sálarfrøðin setur ljós á • Hvussu sálarfrøði tekur seg út sum vísindagrein • Hvørjir kanningarhættir og hvørji háttaløg, ið eru miðdepil í sálarfrøðiligum arbeiði Tann lesandi skal fáa eina holla vitan um: • Hvussu mannabarnið mennist, frá tí tað verður gitið í móðurlívi, til tað trínur inn í vaksnamannalívið • Hvussu ávikavist umhvørvið og arvur ávirka hesa menning • Hvussu heilin tekur skap, búnast og mennist, broytist og arbeiðir. Hvussu heilavirksemið alla tíðina er eitt samanspæl millum kyknur, og tær upplivingar, ið barnið hevur í gerandisdegnum • Hvussu persónsmenskan verður myndað, og hvussu arvurin øðrumegin (t.d. okkara viðfødda lyndislag) og umhvørvið hinumegin (foreldur, onnur børn, stovnur, starvsfólk o.o) alla tíðina eru við til at mynda okkum. • Hvussu barnasýnið er broytt við árunum, og hvussu henda broytingin hevur ávirkað pedagogiska arbeiðið á stovnum og skúlum. Tann lesandi skal seta seg inn í: • Hvussu búning og menning ávirka hvørt annað • Hvønn týdning spæl hevur fyri menningina hjá børnum • Hvussu rørslur og menning spæla saman • Hvat skapanarhugur er og hvussu vit kunnu stimbra hesum • Hvørjir tankar um læru, lærumhvørvi, lærutilgongdir og læruhættir eru nógv frammi í pedagogiskari gransking nú á døgum • Hvør munurin er á grundleggjandi hugtøkum so sum stýrdum spæli. fríum spæli, læru og frálæru, • Hvørjar eru fortreytirnar fyri góðari skúlabyrjan, eitt nú motorikkur, rytmikkur, orðatilfeingi o.a., og hvør er pedagogiska avbjóðingin í so máta • Týdningin av góðum foreldrasamstarvi og hættir at fremja gott samstarv • Tann lesandi skal verða tilvitaður um: • Hvørji persónseyðkenni sermerkja viðkomandi sjálvan • Hvørjir fordeilir og vansar kunnuvera knýtt at teimum ymisku eyðkennunum, og hvussu mann tilvitað kann arbeiða við hesum, bæði í mun til børnini og til onnur vaksin • Hvørjar avbjóðingar liggja í samanstoytum millum bæði vaksin og børn og hvussu vit kunnu bera so í bandi, at vit læra sum mest undir tílíkum umstøðum.
Innihald
Skeiðið er skipað í 7 partar. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir eru meira og minni tengdir hvør at øðrum og spæla saman. Partur 1: Ymisk høvuðsástøði og hættir at fáa kunnleika um børn Ástøðiligir sjónarvinklar: • Høvuðsperspektiv: Psykodynamisk sálarfrøði, atferðaranalytisk sálarfrøði, logisk konstruktivisma og sosialkonstruktivisma. • Onnur perspektiv: Etiologisk sálarfrøði, informatiónsviðgerð, nativisma, og kritisk sálarfrøði. Hættir at fáa kunnleika um børn: • Eygleiðingar: Naturalistiskar og eksperimentellar eygleiðingar • Spurnarkanningar: Teir ymsu spurnarhættirnir. • Ymisk sløg av kanningum: Kvalitativar/kvantitativar. Bólkar/einstaklingar. Tvørskurðar/longdarskurðar. Prospektivar/retrospektivar. Tvørmentanarligar kanningar. • Eyðkenni fyri gransking: Almannakunngerð, reliabilitetur og validitetur • Viðgerð av informatión: Statistiskir hættir. Kvalitativar metanir og ástøðiligar tulkingar. • Etiskir spurningar í samband við kanningar Partur 2: Búning og menning av motorikki og rørðslu Frá refleksum til regulerað rørðslu: • Grovmotorikkur og fínmotorikkur. • Munur á børnum: Metan av førleikum. • Ástøði um motoriska búning og menning • Tekning: Teknistrategiir, figurativitetur og mentanarligir munir Partur 3. Kognitiva menningin Menning av hugtøkum: • Rúm, tíð og kausalitetur • Ástøði um kategorisering av objektum: Trekkástøði og prototypuástøði. • Børn og bólking av objektum • Hugtøk og málmenning: Høvuðsskylnaður, kunnleiki áðrenn málið er til og hvat kemur fyrst, mál ella hugsan? Menning av samskifti og máli: • Ástøðiligur skilnaður: Intersubjektivitetur. • Felags uppmerksemi: At fanga ljóð. Áherðsla og tónalag. • Theory of Mind • Mennning av talu • Frá einkultum orði til setningar • Frá málførleika til samtaluførleika • Týdningurin av ávísum umhvørvisfaktorum: Uppmerksemisstrategiir. Barnavend tala. Kynsmunir og børn í fleirimálsligum umhvørvi. • Menning av máli í øðrum modalitetum Partur 4. Kensluliga menningin • Kenslulig menning og kenslulig regulering: • Emotiónir: Mentanarligur skilnaður. • átøðiligir høvuðstættir: Psykodynamiskt ástøði, atferðarástøði, sosialkonstruktivistiskt ástøði, differentieringsástøði og distinktar emotiónir. • Menning av emotiónum • At skilja emotiónir hjá øðrum • Emotionsregulering: Menningin í byrjanini, ávirkanini frá umhvørvi. Empati og sympati, ilsinni og aggressión. Temperament: • At máta temperament • Arvur • Temperament - stabilitetur • Temperament og foreldraatferð • Kynsmunir Persónsmenska: Persónsmenskueyðkenni: • Situatiónsalmenn og situatiónssermerkt eyðkenni • Ástøði um persónsmenskueyðkenni: Freud, Erikson, Trekkástøði, vanlig atferðaranalysa og kognitiv atferðaranalysa. • Framvøkstur av persónsmenskueyðkennum: temperament og persónsmenska, persónsmenskan barnaárini og seinni. • Ávirkanarfaktorar: Arvur, uppvøkstur, kyn og royndir frá fyrstu barnaárunum. Partur 5. At skilja sjálvan seg og onnur og menning av morali Tær fyrstu sosialu relatiónirnar: • Tilknýti: Grundarlagið undir tilknýti, einstaklingamunir, ástøði um tilknýti, temperament og tilknýti, temperament og emotiónsregulering. • Systkinarelatiónir Sjálvsfatanin: • Tann fyrsta sjálvuppfatanin • Ástøði um menning av sjálvuppfatan: At skilja millum seg og onnur. 4 sjálvhómingar, og onnur sýni á sjálvmenning. • Sjálvuppfatan í barna- og ungdómsárum: Barnið sigur um seg, sjálvuppfatan sum egin konstruktión og persónligar søgur. At skilja sinnið hjá øðrum: • Egosentirsitetur: Visuelt perspektiv og egosentrisk tala. • Ástøðið um sinnið. Relatiónir millum børn: • Horisontalar og vertikalar relatiónir: • Menning • Vinarlag millum børn: longdin á vinarløgum, hvussu vinir líkjast og møguligir kynsmunir • Væl dámd og illa dámd børn • Vinarlag og tað at fella til Moralur og prososialar gerðir: • Menning av morali: Logisk konstruktivisma, psykodynamiskt ástøði, relatónsperspektiv og samvitska. • Prososial og antisosial atferð: Sjálvkontroll og lýdni. At menna prososiala/antisosiala atferð. Happing. Kynsmunir, mentanarmunir og uppaling. Partur 6. Virksemi og kyn • Spæl, miðlar og at skilja samfelagið: • Spæl: Ymiskir spælihættir, menning, týdningurin av spæli og mentanarmunir. • Ávirkan frá miðlum: Harðskapur í sjónvarpi • At skilja samfelagið Kynseyðkend atferð: • Kunnleiki um kynini: Kynskonstansur, kynsrollur, mest vanligu kynseyðkennini og og konstruktión av kynsforstáilsi. • Kynsávirkan • Ástøði um menning av ávísari kynsatferð: Psykodynamiskt ástøði, biologiskt perspektiv, kognitiv atferðaranalysa, kognitiv ástøði, eklektiskar hugsanir.
Læru- og undirvísingarhættir
Skipan. Undirvísing í sálarfrøði er á skránni tveir dagar um vikuna. Týsdag 4 tímar og hósdag 2 tímar. Mánadagur, mikudagur og fríggjadagur eru lesidagar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, einstaklingabundnar uppgávur, næmingaframløgur, praktiskar venjingar og bólkauppgávur. Bólkaarbeiðið verður skipað soleiðis, at hvønn undirvísingardag mitt á degi verður nýttur umleið 1,5 tími eftir leistinum, kallaður PBL (ProblemBaserað Læring). Vit skipa arbeiðið soleiðis, at tey lesandi eru eini 5-7 í hvørjum bólki, og tá fá so eitt føri (eina case), sum tey so skulu viðgera eftir leisti, ið PBL fyriskipar, og til tað arbeiðið skulu tey nýta tey ástøðini, undirvíst verður í í fakunum námsfrøði, frálærufrøði og sálarfrøði. Eygleiðing Harumframt er tað so, at 3 fríggjadagar frá kl. 8-11 fara tey lesandi út á føroyskar dagstovnar at eygleiða ymisk fyribrigdi.í . Eygleiðingarstaðið verður valt sum starvsstaðí samsbeiðið millum tey lesandi, starvsstøð og samskipara skúlans. Tvey til fýra eru í hvørjum bólki lesandi eru í hvørjum bólki. (1) Endamálið við eygleiðingini er at fáa ein bleyta byrjan á starvslæruuna og eitt neyvt samband millum ástøðiliga og verkliga partin í pedagogútbúgvingini. Eygleitt verður innan ávíst námsfrøðiligt, frálærufrøðiligt ella sálarfrøðiligt fyribrigdi. Loggbók verður førd yvir eygleiðingarnar og reflektiónirnar í hesum sambandi. Samskipari skúlans hevur logbøkurnar um hendi.
Próvtøkuháttur
• Eygleiðingarnar og starvslæran skulu verða góðkendar, áðrenn viðkomandi sleppur til próvtøku (meira um framferð í hesum sambandi er at finna í ECTS-lýsingini fyri starvslæruna). • Ein samlað uppgáva verður skrivað í lærugreinunum sálafrøði, námsfrøði og almennari didaktikk. • Uppgávan verður skrivað í bólki. • Miðað verður móti, at trý lesandi eru í hvørjum bólki. • Uppgávan skal onkursvegna taka støði í starvslæruni og mælt verður til, at tey lesandi, ið eru saman í starvslæru, eru saman um próvtøkuuppgávuna. • Tey lesandi skulu hava valt sær uppgávuevni í seinasta lagi áðrenn starvslæran byrjar í viku 9. • Uppgávan verður latin inn í seinasta lagi mánadagin 8/6-2009 kl. 12.00. (T.e. mánadagin í viku 24) Uppgávan skal handast í fimm eintøkum. Innlatingarstað er skrivstovan á Føroya læraraskúla. • Um ein skrivar uppgávuna,, skal hon í mesta lagi verða 10 síður til longdar. (Hvør blaðsíða er 2400 tekn). • Hjá tveimum skal uppgávan verða 15 síður til longdar, hjá trimum 20 og hjá fýra 25 síður. • Tá uppgávan er latin inn, fáa tey lesandi í minsta lagi 5 dagar at fyrireika eina framløgu fyri undirvísarunum á FLSK, møguligum próvdómarum uttanífrá, floksfeløgunum og egnum starvslærarum. • Endamálið við framløguni er trýdeilt: 1) at geva hinum lesandi lut í tí, virðismesta, bólkurin hevur lært við hesi uppgávu, bæði innan námsfrøði, frálæru, sálarfrøði og frá starvslæruni., 2) venjing í at leggja fram fyri fleiri og 3) at starvsvegleiðararnir eisini fáa afturmelding uppá, hvat bólkurin hevur fingið burturúr. • Vit nýta bæði innanhýsis og uttanhýsis próvdómarar. • Próvtøkan verður mett við próvtali eftir 13-stiganum. • Tá ið mett verður um uppgávuna og munnligu framløguna verður hugt eftir, (1) hvussu tey lesandi megna at nýta sálarfrøðilig, námsfrøðilig og frálærufrøðilig ástøði og hugtøk, tá ið tey svara trupulleikaorðingini, (2) hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman. Harumframt verður hugt eftir, (3) hvussu tað hepnast teimum lesandi at skriva og skipa uppgávuna, (4) um tey lesandi nýta greiðan málburð, og (5) um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina. • Um so er, at ein lesandi fær 0, 3 ella 5 fyri sítt avrik, er avrikið ikki staðið. Tann lesandi skal í hesum føri skriva og verja uppgávuna umaftur. Nýtt evstamark verður avtalað við lærararnar í náms- og sálarfrøði.
Lestrarlisti
Partur 1: Bruun, B. & Knudsen, A. (2001): Psykologiens videnskabsteori. Í: Moderne psykologi. Billesø & Baltzer (s. 8 – 25) Kvale, S. (2004): Interview som forskning. Í: Interview – en introduktion til det kvalitative forskningsinterview. Hans Reitzels Forlag. (s. 17-31) Tetzchner, Stephen Von (2001): Utviklingspsykologi. Barne- og ungdomsalderen. Gyldendsl Akademisk (s. 25 – 63) Partur 2: Tetzchner, Stephen Von (2001): Utviklingspsykologi. Barne- og ungdomsalderen. Gyldendal Akademisk (s. 143 – 159) Tóroddsdóttir, Tóra (1999): Rura, rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur Trillingsgaard, Anegen v.fl. (2003): Børn der er anderledes, hjernens betydning for barnets udvikling. Kbh.: Psykologisk Forlag Partur 3: Schaffer, H.R. (2005): Børnepsykologi. Gylling: Hans Reitzels Forlag Liberg, C. (2000). Barns läs-, skriv- och skriftröster: - en teori baserad på en bred praktik. Í: Psykologisk pædagogisk rådgivning. - Årg. 37, nr. 4-5 (2000). - S. 413-424, 472. Tetzchner, Stephen Von (2001): Utviklingspsykologi. Barne- og ungdomsalderen. Gyldendal Akademisk (s. 233 – 260 og 307-363) Partur 4: Bertelsen, P. (2005): Personlighedens store retninger og teorier. Í: Personlighedspsykologi. Frydenlund (s. 20-29; 51-57; 67-73; 79-91) Jensen, T.W. v.fl. (2007): Emotioner og social adfærd. Í: Følelser og kognition.København: Museum Tusculanums Forlag (149 – 166) Rutter, M. & Rutter, M. (2000): Hvorfor er vi så forskellige? Í: Den livslange udvikling. Hans Reitzels Forlag (s. 24-72) Tetzchner, Stephen Von (2001): Emosjonell utvikling. Í: Utviklingspsykologi. Barne- og ungdomsalderen. Gyldendal Akademisk (s. 367 – 440) Torgersen, Svenn (2000): Personlighet og personlighetsforstyrrelser. Oslo: Gyldendal Akademisk (9-54; 184 – 191 og 212 – 284) Partur 5: Bowlby, J. (1988): Tilknytningens rolle i personlighedsudviklingen. Í: En sikker base Det lille Forlag (s. 133-153) Broberg, A. o. fl. (2005): Tilknytningsteori. Í: Klinisk børnepsykologi – Udvikling på afveje. Hans Reitzels Forlag (s. 110-132) Gregersen, Lone (2002) Bogen om trin for Trin- en artikelsamling om et undervisningsmateriales teori og praksis. Herning: Special pedagogisk Forlag. Hermansen, M. (2004): Kommunikation og samarbejde – i professionelle relationer. Gylling: Alinea Rasmussen, L.S. v.fl. (2004): Team. Teamets arbejde som selvstyrende team. Vejle: Krogs Forlag Tetzchner, Stephen Von (2001): Utviklingspsykologi. Barne- og ungdomsalderen. Gyldendal Akademisk (s. 469 – 552) Tønnesvang, Jan (1997): Lærerens møde med eleven. Í: Lærer i tiden. En Antologi. Århus: Klim (s. 47 – 66) Wigen, T. & Reinholt, M.K. (2004): Kohuts og Sterns beskrivelser af selvet. Í: Selvet og dets forbundetheder. Danmarks Pædagogiske Universitets Forlag (s. 55-77) Partur 6: Havneskjølg, L & Mothander, P.L. (2005): Udviklingspsykologi. København: Hans Reitzels Forlag (s. 276 – 313) Løw, Ole v.fl. (2002). Psykologiske grundtemaer. Århus: KvaN (269 – 334) Tetzchner, Stephen Von (2001): Utviklingspsykologi. Barne- og ungdomsalderen. Gyldendal Akademisk (s. 555 – 586)