7531.10 - Estetiskar lærutilgongdir og kreativitetur


Skeiðsnummar
7531.10
Heiti
Estetiskar lærutilgongdir og kreativitetur
ECTS
15
Endamál
ey lesandi skulu ogna sær vitan um grundleggjandi vísindalig ástøði og háttaløg, sum snúgva seg um estetiskar lærutilgongdir og kreativitet, sum hava samband við børn og vaksin, spæl, læring og námsfrøðiligt arbeiði. Endamálið er, at tey lesandi fata, hvønn leiklut estetiskar lærutilgongdir og kreativitetur hava í tilverumensku, dannilsi, menning og læring hjá menniskjum, og í hesum førum serliga hjá børnum, og hvønn leiklut námsfrøðingurin kann hava í hesum sambandi. Eisini skulu tey lesandi ogna sær vitan um ymiskan estetiskan framburð, miðlan og málbúðnar hjá børnum, t.d. innan barnsins spæli- og teknimentan og interaktivum miðlum. Í hesum sambandi skulu tey lesandi ogna sær praktiskar og didaktiskar førleikar, so tey duga at seta estetiskar lærutilgongdir, kreativitet og barnsins egnu mentan inn í ein didaktiskan samanhang í námsfrøðiligum høpi.
Innihald
Arbeitt verður, við støði í ástøðiligum tekstum, og didaktiskum og praktiskum royndum á ein fjølbroyttan, reflekterandi, eksperimenterandi, kreativan og innovativan hátt. Arbeitt verður m.a. við hesum økjum: Estetikkur sum sannkenning. Estetiskar lærutilgongdir sum vísind og háttalag. Ymiskar skilmarkingar av hugtakinum estetikkur. Estetiskur framburður og málbúnar hjá børnum. Kreativitetur og refleksivitetur hjá børnum og vaksnum. Leikluturin hjá námsfrøðingum í samband við barnsins egna kreativitet. Spæl, menning og læring - óformellar og formellar lærutilgongdir. Vøggustova/barnagarður í mennandi og lærandi høpi. Børn og listarligt virksemi í didaktiskum perspektivi.
Próvtøkuháttur
Ígjøgnum modulið verður miðvís eftirmeting við støði í munnligum, skrivligum og handaligum arbeiði. Fyri at standa modulið, skulu ásettu krøvini lúkast. Umframt tvær størri eftirmetingar: 1. Tann lesandi skal, einsæris, skriva eitt essay, har síggjast skal, at hann hevur ogna sær eina heildarfatan av grundleggjandi vísindaástøði, sum snúgva seg um estetiskar lærutilgongdir og kreativitet. 2. Tann lesandi skal einsæris ella í bólki á 2 ella 3, skriva eina spurdómsstýrda uppgáva, har síggjast skal, at hann hevur innlit í ástøðiligar og didaktiskar tilgongdir, sum snúgva seg um børn og estetiskt/ listarligt virksemi. Eftirmetingarúrslit: Essayið verður mett staðið/ikki staðið. Innanhýsis meting. Spurdómsstýrda uppgávan verður mett eftir galdandi próvtalsskipan. Innanhýsis meting.