7746.14 - Samfelagskarmarnir og yvirskipaðar hugsanir um námsfrøðiligt arbeiðið á dagsstovnum


Skeiðsnummar
7746.14
Heiti
Samfelagskarmarnir og yvirskipaðar hugsanir um námsfrøðiligt arbeiðið á dagsstovnum
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini, og hevur lokið Smábarnapedagogikk I og Smábarnapedagogikk II
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi menna eina sjálvstøðuga og kritiska hugsan um virðisgrundarlagið, sum dagstovnar byggja á og at tey menna sínar førleikar at seta orð á týdningarmiklar tættir á arbeiðið á dagstovnum.
Innihald
• karmar og krøv samfelagsins • umsorgan í pedagogiskum arbeiði • javnstøðuperspektiv í pedagogiskum arbeiði • demokrati og medávirkan í pedagogiskum arbeiði • etisk virði í pedagogiskum arbeiði • modernistisk, postmodernistisk og sosialkonstruktivistisk sjónarmið um børn, barndóm og barnagarðar • grundleggjandi áskoðanir á spæl
Læru- og undirvísingarhættir
Á skeiðinum verður lagdur dentur á sjálvlestur, framløgur, orðaskifti og dialogseminar. Ein partur av skeiðnum er ein kanningarferð til Svøríkis, har tað á nógvum dagstovnum, verður arbeitt við at geva børnunum møguleikar at seta dám á innihaldi á dagstovnunum. Vitja verður á útvaldum stovnum og skipað verður fyri einum minni skeiði í samstarvi við Stockholms Universitet um grundleggjandi didaktiskt arbeiði. Sum ein partur av skeiðnum fara tey lesandi í starvslæru í tvær vikur á einum dagstovni. Í starvslæruni hugsavna tey lesandi seg um hvussu verður arbeitt við teimum grundleggjandi virðisgrundarlagnum, sum er galdandi a dagstovnaøkinum.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi: • megna at gera eina kritiska greining av virðisgrundarlagnum, sum eru ásett í lógarteksti, sum er galdandi á dagstovnaøkinum • vera før fyri at diskutera hvussu arbeiði á dagstovnum kann skipast við støði í almenna virðisgrundarlagnum • tey skulu vera før fyri at gera eina meting av hugburðinum til børn, barndóm og dagstovnar, og á einum grundleggjandi støðið seta tað í samband við útinnan av tí pedagogiska arbeiðinum á dagstovnum • skilja ástøði um spæl og at seta tað í samband við virðisgrundarlagið á dagstovnum
Próvtøkuháttur
Treytin fyri at fara upp til endaliga próvtøku er, at arbeiðskrøvini, sum eru lýst í øðrum skjali eru staðin. Ein partur av arbeiðskrøvunum er framsýning og framløga av tí, sum tey lesandi hava fingið burtur úr námsferðini í Svøríki . Í metingini av framsýningini og framløguni verður dentur lagdur á , at tey lesandi duga at seta tilfari í samband við læruúrtøkurnar á skeiðnum. Skeiðið verður endaliga eftirmett við eini skrivligari spurdómsstýrdari uppgávu. Uppgávan skal taka støðið í kunnleika, sum tey lesandi hava ognað sær í hesum skeiðnum á linjulestrinum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lýst í serstøkum skjali
Ábyrgd
Hildur Patursson