7210.12 - Sálarfrøði, námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7210.12
Heiti
Sálarfrøði, námsfrøðingar
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Undirvísingin í sálarfrøði skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøði og almennari didaktikk. Tey lesandi fara at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindum, ið eru serliga viðkomandi fyri námsfrøðingar, ið arbeiða í vøggustovu ella barnagarði. Holl vitan um hvat eyðkennir barnsins natúrligu menning, og hvussu ein kann stimbra barnið í síni heild skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal leggja til rættis, fremja, eftirmeta og skjalfesta námsfrøðiligt arbeiði.
Innihald
Skeiðið er í átta pørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: - Sálarfrøði sum fakøki og vísindi - Menningarsálarfrøði - Læringarsálarfrøði - Sjálv- og persónsmenskusálarfrøði - Sosial- og diskurssálarfrøði - Kyn og kynspedagogikkur - Børn og spæl - Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, arbeiði við úrvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna: • at seta orð á, hvat eyðkennir sálarfrøði sum vísindi, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í sálarfrøðiligum arbeiði • at lýsa dagstovnin sum ein serligan diskurs í samfelagnum, ið skal røkja eina serstaka uppgávu fyri samfelagið • at skilja ímillum og at samanbera ymisk grundleggjandi menningar- og læringsástøði og duga at kjakast um, hvussu børn búnast og mennast á fjølbroyttum økjum • at eygleiða, greiða og greina barnaspæl og teir menningarmøguleikar, ið barnaspøl (eisini eyðkend gentu- og dreingjaspøl) rúma • at meta um sína egnu persónsmensku, og hvat ein sjálv/ur serliga skal arbeiða við fyri at gerast ein góður námsfrøðingur • at leggja eina didaktiska ætlan til rættis, ið bregdar saman sálarfrøðiliga vitan og ítøkiligar didaktiskar ætlanir og grunda fyri, hvussu ítøkiligt virksemi á vøggustovu- og/ella dagstovni kann leggjast til rættis og skipast. - T.e. hví velji eg at arbeiða við hesum evni, hesum innihaldi og hesi tilgongd, tá ið eg skal stimbra og menna hetta barnið/ella hesi børnini á júst hesum førleikaøki?
Próvtøkuháttur
Áðrenn skeiðið endar skal hin lesandi skriva eina spurdómsstýrda synopsis. Próvtøkusynopsan verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk og skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Ein didaktisk ætlan – ella partur av eini didaktiskari ætlan – skal leggjast við sum fylgiskjal. Próvtøkusynopsan kann skrivast og verjast í bólki. • Ein lesandi 5 blaðsíður • Tvey lesandi 7 blaðsíður • Trý lesandi 9 blaðsíður
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Hans Harryson