7212.12 - Námsfrøði og almenn didaktikk


Skeiðsnummar
7212.12
Heiti
Námsfrøði og almenn didaktikk
ECTS
15
Fortreytir
Upptøka á BEd útbúgvingina í námsfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi ogna sær grundleggjandi lærdóm innan lærugreinirnar námsfrøði og didaktikk, sum lættliga kann knýtast at dagliga arbeiðinum í dagstovni/vøggustovu/frítíðarskúla. Harumframt er endamálið, at tey lesandi skulu hætta sær undir at nýta luttakandi eygleiðing sum vísindaligt háttalag til at kanna dagliga arbeiðið í dagstovni/vøggustovu/frítíðarskúla.
Innihald
Undirvísingin í námsfrøði og didaktikki er partur av einari heild. Sálarfrøði er hin parturin. Í námsfrøði og didaktikki fer undirvísingin at viðgera gerandisdagin á dagstovnum/vøggustovum/ frítíðarskúlum úr námsfrøðiligum og didaktiskum sjónarhorni. Undirevnini er hesi: - Hvat er námsfrøðiligt og didaktiskt sjónarhorn? - At fáa fatur á gerandishendingum: • Gerandisfrásøgur (“praksis-fortællinger”) • Reflektión í sambandi við dagliga námsfrøðiliga arbeiðið • Luttakandi eygleiðing - Gerandisliga samspælið millum børn og námsfrøðing: • tá ið spælt verður • tá ið børn og vaksin fáa sær ein bita • tá ið skipað verður fyri onkrum (inni, úti og “í býnum”) - Samstarv við foreldrini um gerandisdagin hjá børnunum á dagstovni/í frítíðarskúla
Læru- og undirvísingarhættir
Hesir undirvísingarhættir verða nýttir: Fyrilestrar, arbeiði við gerandisdømum úr dagstovni vøggustovu/frítíðarskúla, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, Open Space, World Café, kappingar, reflektión og skapandi sýningarhættir. Stórur dentur verður lagdur á at knýta valdu tekstirnar og undirvísingina saman. Til tess at skapa hetta høpið verða tey lesandi biðin um heilt stutt at skriva viðmerkingar til allar tekstirnar á einari einfaldari online-skipan. Viðmerkingarnar til tekstirnar skulu gerast, áðrenn undirvísingin, ið tekstirnir eru ásettir til, byrjar. Í undirvísingini verður síðani stórur dentur lagdur á at knýta samband frá tekstunum til komandi starvslæruna og uppgávuna. Tey lesandi hava skyldu at møta til undirvísingina. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann undirvísarin sýta honum/henni at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna: • At eygleiða og seta orð á gerandishendingar við børnum í dagstovni/vøggustovu/frítíðarskúla. • At kenna til tað góða samstarvið við børnini, foreldrini og starvsfelagar. • At reflektera-í-verki og at reflektera-eftir-luttøku í námsfrøðiliga arbeiðinum í dagstovni vøggustovu/frítíðarskúla. • At leggja eina didaktiska ætlan viðv. ávísum virksemi til rættis og støðugt at laga hesa didaktisku ætlan til, hvussu gerandislívið háttar sær, tá virksemið verður framt í verki. • At eftirmeta eina didaktiska ætlan. • At nýta vísindaháttalagið “luttakandi eygleiðing” á grundleggjandi støði. • At skifta orð um námsfrøði og didaktikk sum lærugreinir. At nýta námsvísindaligar tekstir sum hugkveikjan til dagliga námsfrøðiliga arbeiðið.
Próvtøkuháttur
Áðrenn skeiðið endar, skal hin lesandi skriva eina spurdómsstýrda synopsu. Próvtøkusynopsan verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og didaktikki og skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Ein didaktisk ætlan – ella partur av eini didaktiskari ætlan – skal leggjast við sum fylgiskjal. Próvtøkusynopsan kann skrivast og verjast í bólki. • Ein lesandi 5 blaðsíður • Tvey lesandi 7 blaðsíður Trý lesandi 9 blaðsíður Spurdómsstýrda próvtøkusynopsan skal verjast munnliga og verður mett eftir 13-stiganum. Próvtalið er einstaklingsbundið. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku síðst í august mánaði 2013. Tann lesandi kann varðveita sama evni og sama spurdóm. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til tvær munnligar vegleiðingar, eina fyri summarsteðgin og eina eftir summarsteðgin 2013.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð