7556.14 - Børn og rørsla


Skeiðsnummar
7556.14
Heiti
Børn og rørsla
ECTS
15
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tey lesandi duga at brúka námsætlanir sum grundarlag fyri fyrireiking, eftirmeting og skjalprógvan av undirvísingar- og lærugongdum í rørslu
Innihald
• Lógir, kunngerðir og námsætlanir • Vødda-, venjingar- og rørslulæra • Fiti – serliga hjá børnum, ið viga ov nógv • Motoriska umhvørvið á stovnum • Grundleggjandi rørsluførleikar (renna, hoppa, ganga, sveiggja, bólta rút, klatra o.s.fr.) • Frælsur ítróttur - sæð við barnaeygum (lop og køst) • Amboðsfimleikur (amboðsbreytir og rørslubreytir) • Smáspøl við bólti • Byrjunarundirvísing í svimjiháttum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 15 tímar um vikuna. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin er verkligar íðkanir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at: • greiða og greina námsætlanir um rørslu á dagstovnaøkinum og nýta tær í verki • Greina hvønn týdning heilsa og ítrótt hava í nútíðarsamfelagnum, og taka atlit til hetta á dagstovnaøkinum • nýta bóltspøl og tey stóru amboðini í fimleika/ítróttarhøll at stuðla upp undir heilsu, sosiala læring og samstarv • leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og broyta venjingar (tiltøk, skeið, ítróttardagar o.a.) í mun til ein ávísan málbólk • leggja til rættis og gjøgnumføra undirvísing í byrjunarsvimjing
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. Ástøðiligi parturin er ein spurdómsstýrd uppgáva, sum verður nærri lýst í sjálvstøðugum skjali. Verkligi parturin verður mettur eftir undirvísingarførleika við børnum sambært egnari arbeiðsskrá, sum hongur saman við spurdóminum í skrivliga avrikinum. Uppgávan kann skrivast annaðhvørt í bólki ella einsæris.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal