7559.14 - Starvslæra í linjuni Heilsa, kroppur og rørsla


Skeiðsnummar
7559.14
Heiti
Starvslæra í linjuni Heilsa, kroppur og rørsla
ECTS
10
Endamál
Endamálið við starvslæruni er fýrabýtt: • Tey lesandi skulu eygleiða (1) heilsustøðuna og heilsuvanarnar bæði hjá einum ávísum málbólki og hjá einstaka liminum í hesum málbólki og/ella (2) sansaligu- og motorisku førleikarnar hjá bæði einum ávísum málbólki og einstaka liminum í hesum málbólki. • Tey lesandi skulu leggja eina vælgrundaða verkætlan/lærutilgongd til rættis, ið hevur til endamáls at menna (1) heilsustøðuna og heilsuvanarnar og/ella (2) sansaligu og motorisku førleikarnar hjá tí málbólki, ið tey hava eygleitt. • Tey lesandi skulu royna verkætlanina/lærutilgongdina í verki. • Tey lesandi skulu gera eina lítla empiriska kanning, ið varpar ljós á annaðhvørt heilsustøðu, heilsuvanar, matvanar ella motoriskar førleikar hjá málbólkinum.
Innihald
Tey lesandi hava námsháttarfrælsi. Hetta merkir, at tey lesandi í neyvum samstarvi við starvslæruplássi gera av, hvussu tey leggja starvslæruna til rættis, hvussu tey fara til verka, hvussu tey eftirmeta ymisku tiltøkini, og hvussu tey skjalfesta úrslitið. Mælt verður tó til, at tey lesandi taka støði í evnum, temum og tættum, ið tey hava hugsavnað seg um í linjulestrinum. Viðkomandi evni eru m.a.: • Eygleiðing sum pedagogiskt háttalag • Didaktiskir fyrireikingar- og eftirmetingarfrymlar • Javnvágssansurin, vødda/liðasansurin og húðsansurin • Inni / útispøl við og uttan amboð • Amboðsbreytir • Rørslusangir og drama • Skattajaktir/kunningarrenningar
Læruúrtøka
• Viðgera, meta um og nýta námsætlanina í barnagørðum og frítíðarskúlum. • Gerast før fyri at leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og skjalprógva eina læru- og spælitilgongd, ið hevur til endamáls at menna rørsluførleikan hjá einum ávísum málbólki. (Tað kann t.d. vera børn, ið ganga annaðhvørt á dagstovni ella í barnagarði). • Megna at leggja virksemi til rættis, ið bæði mennir heilsustøðu, sosiala førleikan og dagliga trivnaðin hjá einum útvaldum málbólki. • Verða før fyri at grunda yvir grundleggjandi spurningar, ið snúgva seg um, hvønn týdning heilsa og ítrótt hava í barnagarði ella frítíðarskúla • Duga at nýta bóltspøl at stuðla upp undir heilsu, sosiala læring og samstarv • Megna at leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og broyta venjingar (tiltøk, skeið, ítróttardagar o.a.) í mun til ein ávísan málbólk • Verða før fyri at grunda yvir grundleggjandi spurningar, ið snúgva seg um, hvønn týdning rørsla og serligar venjingar hava fyri tann menningar/ rørslutarnaða • Vísa, at tey hava holla vitan um møguleikar at bøta um rørslumøguleikan hjá málbólkinum • Duga at nýta venjingar til at stuðla upp undir sosiala læring og samstarv • Kunna viðgera grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn læra og mennast, og hvussu tey verða myndað, mentað og sosialiserað í barnagarðinum og í frítíðarskúlanum • Duga at arbeiða tvørgreinaligt • Kunna greina og gerast tilvitað um, hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá tí einstaka námsfrøðinginum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum.
Próvtøkuháttur
Tá ið starvslæran er lokin, skulu tey lesandi skriva eina starvslærufrágreiðing, ið tekur saman um starvslæruskeiðið. Frágreiðingin skal leggjast fram munnliga. (Tey krøv, ið verða sett til starvslærufrágreiðingina og munnligu framløguna, verða lýst nærri í sjálvstøðugum skjali).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal