7822.15 - Yrkisrættað verkætlan, námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7822.15
Heiti
Yrkisrættað verkætlan, námsfrøðingar
ECTS
15
Fortreytir
Lesandi skulu hava lokið bachelorpróvtøkuna
Endamál
Endamálið við verkætlanini er at fyrireika lesandi til praktiska yrkið sum námsfrøðingur. Lesandi skulu læra at seta viðkomandi spurningar um komandi arbeiðsuppgávur, at savna inn empiriskar upplýsingar, sum tey evna at viðgera sjálvstøðugt við støði í relevantum ástøði. Harumframt skulu lesandi læra at samantvinna vísindaligt ástøði við væl grundaðum royndum frá egnari starvslæru fyri at koma til sjálvstøðugar niðurstøður um námsfrøðiligt virksemi á høgum støði.
Innihald
Verkætlanin skal viðgera ein spurdóm, ið er framtíðaryrkinum viðkomandi. Støði skal takast í eini lisnari linjugrein, sum verður sett í eitt størri yrkisligt høpi, ið m.a. eisini skal fevna um nakrar almennar førleikar, ið knýttir eru at arbeiðinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Uppgávuskriving og vegleiðing
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi vísa, at hon/hann • í sínum skrivliga avriki dugir at greina og samanfata størri ástøðiligar og verkligar heildir til ein stuttan og greiðan samandrátt • hevur bygt skrivliga partin á eina breiða teoretiska vitan og førleika til at greina empiriska vitan og at seta einstøku partarnar í samband við hvønn annan • megnar at draga viðkomandi ástøði og hugtøk inn í viðgerðina – bæði skrivliga og munnliga • nýtir viðkomandi og tíðarhóskandi bókmentir úr ymiskum máløkjum • hevur eina sjálvstøðuga fatan av ástøði, hugtøkum og fyribrigdum, ið viðgjørd verða og dugir sjálvstøðugt at nýta ástøði í viðgerðini • nýtir greiða og týðiliga próvførslu, sum í stóran mun er grundað á vísindaligar tekstir • nýtir fakmál, ið hoyrir til viðkomandi fakøki • dugir at skapa eina leinkju millum ástøði, yrkisroyndir og innsavnað empiri • hevur megnað at skipað skrivliga avrikið soleiðis, at tað hongur saman og er lætt at lesa • hevur megnað at skipa eina greiða og samanhangandi munnliga framløgu • hevur megnað at svarað uppgávuorðingini, nýtir góðan og greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting í skrivliga partinum • megnar at vera virkin í kjakinum í munnliga próvtøkupartinum
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í einum skrivligum avriki
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Annika Antoniussen