6530.23 - Kreativt námsfrøðiligt virksemi


Skeiðsnummar
6530.23
Heiti
Kreativt námsfrøðiligt virksemi
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi ogna sær vitan og førleikar innan kreativt námsfrøðiligt virksemi, fyri ymiskar málbólkar á námsfrøðiliga økinum.
Innihald
• Ástøði um estetiskar lærutilgongdir, hugflog, kreativitet, narrativitet, kropsliga læring og samspælið í sosialum umhvørvi • Verkligar royndir við tilfari og amboðum, úti og inni • Fyrireika, íverkseta og eftirmeta námsfrøðiligt virksemi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak, verkligar royndir, framløgur, sjálvlestur, vegleiðing og eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi vera førur fyri at: • Lýsa og greina grundleggjandi ástøði innan estetiskar lærutilgongdir, hugflog, kreativitet og skapandi virksemi inni og úti • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir skapanar- og virknistilgongdir við støði í galdandi lógum á økinum • Duga at skipa og tillaga virksemi við støði í didaktiskum og námsfrøðiligum meginreglum og leistum, og við ymiskum málbólkum • Taka støðu til burðardygd í samband við skapanar- og virknisnámsfrøði
Próvtøkuháttur
Portfolio og munnlig framløga
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Ann Højgaard Slot