6811.22 - Føroyskt


Skeiðsnummar
6811.22
Heiti
Føroyskt
ECTS
10
Fortreytir
Ongar
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi innlit í týdningin, ið mál hevur fyri menning hins einstaka sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. At tann lesandi mennir sín skrivliga førleika.
Innihald
• Hvat er mál • Literasi, máltilognan og málmenning • Sambandið millum mál og samleika • Tví- ella fleirmæli • Málamót • Narrativitetur • Mál sum samskifti lagað til støðu og umstøður • Mállæra, rættskriving og teknseting • Skriving
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður ímillum fyrilestralíknandi dialogiska frálæru, studentaframløgur, skrivligar venjingar, bæði í bólki og einsæris.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at: • greiða frá grundleggjandi ástøðum um mál sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarbera og tvinna hesi ástøðini saman við námsfrøðiligum virksemi. • vísa hóskandi mál- og samskiftisførleikar í ymsum sjangrum og høpum. • greiða frá, hvat eyðkennir list- og frásagnarfrøði og seta tað saman við mentan og samleikamenning hins einstaka. • greiða frá, hvat hendir í eini málamótstøðu. vísa innlit í ástøði um tvímæli.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva og munnlig próvtøka
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður lagdur á Moodle við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Helena Kannuberg