6812.22 - Vísindaástøði fyri námsfrøðingalesandi


Skeiðsnummar
6812.22
Heiti
Vísindaástøði fyri námsfrøðingalesandi
ECTS
5
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi nema sær innlit í grundleggjandi ástøði og hugtøk í vísindaástøði, at tey læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnir, ið mynda vísindaliga kjakið á námsfrøðiliga økinum, og at tey gerast tilvitaði um, hvussu hesar stevnir eru viðkomandi fyri yrkisøkini hjá námsfrøðingum.
Innihald
• Vísindaástøði – hvat er tað? • Grundleggjandi hugtøk og idésøgulig viðurskifti í vísindaástøði • Positivisma • Tulkingarfrøði (hermeneutikkur) • Fyribrygdarfrøði (fenomenologi) • Konstruktivistisk ástøði, serliga sosialkonstruktivisma • Onnur úrvald ástøði
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: lestur, fyrilestrar, kjak/orðaskifti og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • greiða frá grundleggjandi vísindaástøðiligum viðurskiftum og hugtøkum • greiða frá, samanbera og brúka ymiskar vísindaástøðiligar stevnur í einum námsfrøðiligum høpi
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen