6813.22 - Námsfrøði og didaktikkur I - ástøðiligur partur


Skeiðsnummar
6813.22
Heiti
Námsfrøði og didaktikkur I - ástøðiligur partur
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi ogna sær grundleggjandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundalag innan námsfrøði. Tey lesandi skulu harumframt læra at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðinum á dagstovni, vøggustovu, frítíðarskúla og ungdómshúsi.
Innihald
Á skeiðnum fer undirvísingin at viðgera gerandisdagin á dagstovni, vøggustovu, frítíðarskúla og ungdómshúsi út frá einum námsfrøðiligum sjónarhorni. • Dagstovnalógin og Námsfrøðulig Stevnumið • Søgan um ta námsfrøðiligu gongdina í Føroyum • Institutionalisering og professionalitetur • Relatiónir • Didaktik • Inklusión • Spæl • Trivnaður • Kyn • Seksualitetur • Sorg • Happing • Fleirmentanir • Foreldrasamstarv og tvørprofessionelt samstarv
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, kjak Portfolio og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • Lýsa kritiskt hvat eyðkennir námsfrøði sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagunum á økinum. • Greiða og greina námsvísindaligar tekstir og ástøði sum grundarlag undir námsfrøðiligum arbeiði. • Greina hvussu børn verða mentað, myndað og sosialiserað við ætlitið til dagstovnaøkið. • Kritiskt greina og tulka námsfrøðiligu søguna í Føroyum. • Samantvinna námsfrøðiligu evnini við einum ástøðiligum grundalagi, ið setir trivnað og menning í miðdepilin.
Próvtøkuháttur
Portfolio Endurpróvtøka er ein skrivlig uppgáva.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð