6814.24 - Námsfrøði og didaktikkur I - ástøðiligur partur


Skeiðsnummar
6814.24
Heiti
Námsfrøði og didaktikkur I - ástøðiligur partur
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildin
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi ogna sær grundleggjandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundalag innan námsfrøði. Tey lesandi skulu harumframt læra at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðinum á dagstovni, vøggustovu og frítíðarskúla.
Innihald
Á skeinum fer undirvísingin at viðgera gerandisdagin á dagstovni,vøggustovu og frítíðarskúla út frá einum námsfrøðiligum sjónarhorni. Dagstovnalógin og Námsfrøðulig Stevnumið Søgan um ta námsfrøðiligu gongdina í Føroyum Tann mentandi og mentaði námsfrøðingurin Barnaáskoðan og samskifti Relatiónir og viðurkenning Didaktikkur Inklusión Spæl Trivnaður Kyn, børn og seksualitetur Evidens grundað námsfrøðiligt virksemi Fleirmentanir Smá, miðal og stór skiftir Kroppur og rørsla Foreldra- og tvørprofessionelt samstarv
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, kjak Portfolio og eftirmeting
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • Lýsa kritiskt hvat eyðkennir námsfrøði sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagunum á økinum. • Greiða og greina námsvísindaligar tekstir og ástøði sum grundarlag undir námsfrøðiligum arbeiði. • Greina hvussu børn verða mentað, myndað og sosialiserað við atliti til dagstovnaøkið. • Kritiskt greina og tulka námsfrøðiligu søguna í Føroyum. • Samantvinnað námsfrøðiligu evnini við einum ástøðiligum grundalagi, ið setir trivnað og menning í miðdepilin.
Próvtøkuháttur
Portfolio Nærri kunning í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð