6815.22 - Námsfrøðilig sálarfrøði


Skeiðsnummar
6815.22
Heiti
Námsfrøðilig sálarfrøði
ECTS
10
Fortreytir
Ongar
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær eina grundleggjandi vitan um námsfrøðiliga sálarfrøði, sum er viðkomandi fyri námsfrøðiliga arbeiði við ymiskum bólkum av menniskjum. Tann lesandi nemur sær vitan um, hvussu menniskju læra og mennast, og hvussu læring og menning kann stimbrast og motiverast í námsfrøðiligum arbeiði.
Innihald
• Lýsing av hvussu námsfrøðilig sálarfrøði kann nýtast í námsfrøðiligum arbeiði. • Innlit í hvussu menniskju læra og mennast sambært ymisk sálarfrøðilig ástøði. • Menniskjafatanir sum eyðkenna ymisku ástøðini. • Sálarfrøði í eitt einstaklinga- og felagsskapsperspektiv. • Kyn og javnstøða á dagstovnum • Etikkur, sum grundarsteinur í námsfrøðiligari sálarfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, arbeiða við casum, sjálvstøðugar uppgávur, framløgur, sjálvlestur. Vitanarbýti gjøgnum skrivligar og munnligar framløgur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at:: • Greiða frá sálarfrøðiligu ástøðini, sum eru gjøgnumgingin á skeiðnum. • Meta um hvørjar menniskjafatanir liggja til grund fyri ymisku ástøðini, og hvønn týdning tað hevur fyri námsfrøðiliga arbeiðið. • Lýsa tørvir hjá menniskja sum einstaklingur og sum partur av einum felagsskapi. • Meta um ymiskar kynsproblematikkir og týdningin av javnstøðu innan námsfrøðiligt arbeiði. • Hugleiða um etiskar tvístøður í námsfrøðiligum arbeiði.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Ivonna Anna Sigga Johansen