6830.22 - Mál og lesimenning fyri skúlaaldur


Skeiðsnummar
6830.22
Heiti
Mál og lesimenning fyri skúlaaldur
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi innlit í týdningin, ið mál hevur fyri menningina hjá barninum.Tey lesandi fáa innlit í máltøku fyrstu árini, hví málsligt virksemi hevur týdning og hvussu farast kann fram í verki. Tey fáa innlit í føroyska læruumhvørvið og hvussu tað kann brúkast í námsfrøðiligum virksemi.
Innihald
Tey lesandi skulu arbeiða við týdninginum av mál og lesimenning og hvussu málið er partur av gerandisdegnum á stovninum. Tey lesandi skulu leggja til rættis virksemi til børn undir skúlaaldur, sum stimbrar og kveikir málmenningina eftir menningarstigi við íblástri úr føroyska læruumhvørvinum. - Hvønn týdning umhvørvið hevur fyri máltøku hjá børnum - Kunna seg um t.d. rím, ramsur, skjaldur, sagnir og barnabøkur, umframt støð av áhuga fyri børn. - Brúka hetta tilfar í námsfrøðiligum virksemi
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við fyrilestrum, fjarundirvísing, studentaframløgum, kjaki og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi: 1. duga at lýsa grundleggjandi tættir í máltøku hjá børnum 2. duga at greiða frá týdninginum málsliga menningin hevur fyri lesimenning og knýta hetta í námsfrøðiligt virksemi í verki 3. duga at lýsa føroyska mál- og læruumhvørvið fyri børn undir skúlaaldur 4. duga at greiða frá, hvussu tilfar úr føroyska umhvørvinum kann brúkast í námsfrøðiliga arbeiðinum 6. duga at gera eina skipaða lærugongd við støði í ástøðiligum tilfari brúkt í undirvísingini
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Sissal Maria Rasmussen