6834.22 - Menniskja, stovnur og samfelag


Skeiðsnummar
6834.22
Heiti
Menniskja, stovnur og samfelag
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivað á Námsfrøðingaútbúgvingina
Endamál
Tey lesandi skulu nema sær vitan um barna- og ungdómsmentan. Fáa ymiskar fatanir av børnum og barndóminum, og hvat ið eyðkennir lívið hjá børnum og ungum í nútíðarsamfelagnum. Harumframt skulu tey ogna sær eina vitan, bæði fakliga og ástøðiliga, um samanhangin millum menniskja, einsæris og sum bólkur, stovnsøkið og samfelagið. Og um samanspælið millum áhugapartarnar og fortreytirnar fyri at virka professionelt á námsfrøðiliga økinum.
Innihald
· Barndómur – søguliga, sosiologist og námsfrøðiliga · Talgildir miðlar og børn og ungum · Lógarverkið innan námsfrøðiliga økið · Samfelagsstrukturar og hvussu teir ávirka hvønn ann · Altjóðagerðin (globalisering) í føroyska samfealgnum · Vælferðarskipanin í føroyska samfelagnum · Tíðarrák · Samspæl millum námsfrøðingar, børn/brúkarar, foreldur/avvarðandi og politikarar · Námsfrøðiligu stovnarnir, hvussu teir virka, stovnsmentan · Samstarvs og tvørfakligt samstarv innan námsfrøðiliga økið · Yrkissamleiki – námsfrøðiliga arbeiði í einum sosiologiskum konteksti · Fátækradømi · Námsfrøðiliga arbeiði við flerimentan · Ástøði og háttalag til eitt kvalitativt semistrukturera interview
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstaðararbeiði, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, kravda framløgu, vegleiðingar og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: · greiða frá hvat eyðkennir barna- og ungdómsmentanina í einum søguligum sjónarmiðið og hvussu hetta kann miðlast í námsfrøðiliga arbeiðnum · greiða frá og meta um hvussu talgildir miðlar ávirka barna- og ungdómslívið · greina týdningin av samfelagsligu og stovnsligu samanhangunum fyri menniskja, námsfrøðiliga økið og námsfrøðiliga yrkið í nútíðarsamfelagum við støði í galdandi lógarkarmum. · tulka samanhangin millum menniskja og stovn á námsfrøðiliga økinum við atlit til at kunna virka professionelt sum námsfrøðingur. · greina og tulka ástøði, hugtøk og teir arbeiðshættir, sum vanliga verða nýttir til at greina samanspælið millum menniskja, stovnsøkið og samfelagið í mun til námsfrøðiliga økið. Hetta við støði í egnari empiri.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Er tøkur á Moodle
Ábyrgd
Sonja Olsen