7152.22 - Námsfrøði og didaktikkur II – verkligur partur


Skeiðsnummar
7152.22
Heiti
Námsfrøði og didaktikkur II – verkligur partur
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi fáa innlit í og gerast tilvitaði um almenn didaktisk evni, sum kunnu knýtast at dagliga arbeiðnum í vøggustovu, dagstovni, frítíðarskúla og ungdómshúsi. Dentur verður lagdur á, at fáa hin lesandi at fata, hvussu ástøði og praksis eru samantvinnað í lærugreinini.
Innihald
Starvslæran er størsti partur av skeiðnum Námsfrøði og didaktikkur II. Tí er undirvísingin í høvðusheitum, fyrireiking til starvslæruna. Undirvísingin fer at viðgera krøvini til starvslæruna og krøvini til tann lesandi í starvslæruni. Skeiðið fevnir um hesi evnisøki: • Almenn didaktikk • Námsætlanir • Námsfrøðilig stevnumið • Starvslæran
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, smærri og størri skrivivenjingar.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • leggja eina ætlan til rættis við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan. • Greiða frá og meta um hvussu ein ítøkilig tilgongd kann skipast við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan. • nýta didaktikk og ástøði sum arbeiðsamboð í starvslæruni.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð