7196.22 - Serøkið I – ástøðiligur partur


Skeiðsnummar
7196.22
Heiti
Serøkið I – ástøðiligur partur
ECTS
10
Fortreytir
Ongar
Endamál
Á skeiðnum fer tann lesandi at nema sær kunnleika um sernámsfrøðiliga ástøðið og sernámsfrøðiliga granskingarøkið, har týðandi og nútíðar ástøði, hugtøk og háttaløg verða viðgjørd. Tann lesandi fær innlit í sernámsfrøðiliga økið og hvørjar arbeiðsuppgávur námsfrøðingurin skal útinna.
Innihald
• Søguligt baksýni - Sernámsfrøði sum hugtak • Lógarverk og grundleggjandi rættindi • Normalitetur og frávik • Diagnosur  Inklusión sum hugtak • Etikkur og makt • Sernámsfrøðiligir arbeiðshættir • Tvørfakligt arbeiði
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal hin lesandi; • greiða frá hvat eyðkennir sernámsfrøði sum vísindagrein • greiða frá og greina inklusión sum hugtak og teimum tilgongdum og arbeiðshættum, sum eru knýtt at inklusiónshugtakinum. • greiða frá og týdninginum av tvørfakligum arbeiði á sernámsfrøðiliga økinum • kritiskt reflektera um hvønn týdning makt og etikkur hevur í arbeiðinum við útsett og viðkvøm menniskju. • kritiskt reflektera um hugtøkini normalitetur og frávík, duga at greiða frá hvussu hesi hugtøk ávirka menniskju við serligum tørvi og duga at samantvinna ástøði og praksis
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Annika Antoniussen